Bronsan tryggjað í sannari málveitslu: NSÍ-B71 9-1


NSÍ vann stórsigur á B71 við Løkin í dag. Við 5 málum frá Christiani Høgna, tveimum frá Heðini á Lakjuni og einum í part frá Jens og Klæmint tryggjaðu vit okkum bronsuna. Flott dreingir!

Veðurlíkindini vóru góð til fótbóltsdyst, eitt lítið lot men kalt. Fitt av áskoðarum vóru møttir upp og fleiri sandoyingar vóru komnir at stuðla B71 liðnum.

NSÌ stillaði upp við Gango í málinum, Johan og Jens í miðverjuni, Einar og Jonhard á bakkunum. À sentrala miðvøllinum vóru Jústines og Jann Ingi. À kantunum vóru Heðin og Klæmint, meðan Bogi og Christian Høgni mannaðu fremstu plássini.

Ì mun til vanligu liðuppstillingina, spældi NSÌ sera offensivt í dag. Umframt Christian Høgna og Boga vóru Klæmint og Heðin sera álopskendir.

Tað vóru bert leiktir 30 sek tá NSÌ legði seg á odda 1-0. Eftir innlegg úr vinstru síðu gerst Christian Høgni fríur mitt fyri í B71 brotsteiginum. Christian hælar til Boga sum fyrstu ferð spælir til Jens, sum langar bóltin fyrstu ferð í netið.

Ì 8 min javnar B71 til 1-1. Símun Hansen, stríðist væl í høgru síðu og finnur Tummas Hans Rubeksen sum setir bóltin í málið.

Bert minuttin seinni leggur NSÌ á odda 2-1. Bogi stríðist óført í høgru síðu og leggur síðan eina góða avlevering til Christian Høgna, sum staddur miðskeiðis 16 metrinum langar bóltin í málið.

NSÌ legði allan dystin á tamb eitt høgt trýst uppi á vøllinum. Hetta setti B71 verjuna undir eitt ógvusligt trýst. Ì 14 min leggur NSÌ á odda 3-1. Christian Høgni fintar fleiri B71 leikarar í høgru síðu og spælir at enda Klæmint púra frían mitt fyri og  takkaði hann fyri við at seta bóltin trygt vinstrumegin Predrag í netið. Eitt sera gott gjøgnumspælt mál.

Ì 31 min er Jens nær við at skora sítt annað mál. Hornað verður sent inn úr høgru og har setir Jens høvdið á bóltin men Predrag bjargar meistarliga.

Ì 34 min er B71 nær við at minkað um málmunin. B71 fær fríspark á 16 metra teiginum í vinstru síðu. Ebbe Kristin verður settur at skjóta. Hann skrúvar bóltin uppum NSÌ verjugarðin og bólturin brestur í sjálva samankomingina – óheppið fyri B71.

Ì 41 min spælir Heðin, Boga frían men Predrag bjargar enn einaferð meistarliga.

Hálvleiksstøðan er 3-1 til NSÌ.

NSÌ leggur fyri sum eitt óløgi í seinna hálvleik. Ì 48 min fær NSÌ horna í høgru síðu. Bólturin kemur væl innfyri málið og har setur Johan høvdið á bóltin og í málið. Dómarin  peikar á miðjuna. B71 leikarnir eru ikki fegnir um avgerðina og tað endar við at Høgni Midjord fær reytt kort fyri at hava skumpað undir dómaran. Linjuverjin og dómarin tosa samn og tað endar við at dómarin dømir fríspark til B71. Undarlig støða og avgerð.

Ùtvísingin gjørdist dýr fyri B71, tí tað sum eftir var av dystinum var talan um  einvegisferðslu á B71 málið og málini rapaðu inn.

Ì 55 min leggur NSÌ seg á odda 4-1. Eftir horna úr høgru frá Boga, gerst Heðin, sum var sera eyðsýndur í dag, púra fríur í vinstru síðu, og setur hegnisliga bóltin í málið uttan at Predrag hevði nakran møguleika.

Bert minuttin seinni er aftur mál til NSÌ. Eftir gott uppspæl í høgru síðu gerst Christian Høgni fríur og setir bóltin ósvitaliga trygt í málið til 5-1.

Ì 59 min er aftur mál til NSÌ. Heðin á Lakjuni setir bóltin í málið, tá hann verður spældur fríur av Christian Høgna og støðan er 6-1.

Ì 73 min fer Gango út og Kristian Joensen kemur fyri fyrstu ferð í ár í NSÌ málið. Ì 74 min leggur Christian Høgni NSÌ á odda 7-1 við sínum triðja máli.

Ì 75 min fer Klæmint út og Debes kemur inn og í 79 min fer Jústines út og Erland inn.

Ì 79 min skorar Christian Høgni eftir gott einmansavrik og tá vanliga leiktiðin er úti skorar Christian Høgni sítt fimta mál, tá hann við høvdinum rættir eitt skot frá Jens í málið.

Við tí fimta málinum er samstundis greitt at Christian Høgni saman við Arnbjørn Hansen gerst toppskjútti í Vodafonedeildini við 22 málum í part.

Samanumtikið spældi NSÌ ein sera góðan dyst í dag og sigurin var ikki eitt mál ov nógv. Spælið fleyt væl og liðið megnaði at framleiða nógvar góðar málmøguleikar sum løgdu grundarlagið fyri stórsigrinum.

NSÌ viðhaldsfólkini vóru sera fegin um dystin í dag og lagið var gott á øllum tá Fríðin Ziskason handaði leikarunum bronsuheiðursmerkini.

Heimasíðan takkar liðnum,  fyri eitt sera gott kappingarár og hjartaliga tillukku við bronsuheiðursmerkjunum og Evropa plássinum.

Hagtøl:

NSÌ-B71 9-1 (3-1)

1-0: 1/2 min: Jens Joensen NSÌ

1-1: 8 min: Tummas Hans Rubeksen B71

2-1: 9 min: Christian Høgni Jacobsen NSÌ

3-1: 14 min. Klæmint Olsen NSÌ

4-1: 55 min. Heðin á Lakjuni NSÍ

5-1: 56 min. Christian Høgni Jacobsen NSÍ

6-1: 59 min. Heðin á Lakjuni NSÍ

7-1: 74 min. Christian Høgni Jacobsen NSÍ

8-1: 79 min. Christian Høgni Jacobsen NSÍ

9-1: 90 min. Christian Høgni Jacobsen NSÍ

Liðið: Gango (73 min Kristian), Johan, Jens, Einar, Jonhard, Jústines (77 min Erland), Jann Ingi, Klæmint (75 min Debes), Heðin, Bogi og Christian Høgni. À bonkinum uttan at koma inn Jann Martin og Àrni
[nggallery id=115]

Líknandi tíðindi