Jens – ársins stjørnuskot


Á ársveitsluni í gjárkvøldið varð Jens Joensen valdur til ársins stjørnuskot hjá NSÍ.

Jens skuldi í ár saman við Jóhann fylla plássið hjá einum so sterkum miðverjubrandi sum Óla Hansen. Og sigast má, at Jens hevur loyst hesa uppgávuna væl. Hann hevur allar teir 2.099 minuttirnar í Vodafonedeildini víst gott spælskil, evnini at seta seg ígjøgnum, tá tað er neyðugt, og at bíða eitt sindur, um tað er betri. Samstundis hevur hann skorað tvey mál nú móti endanum av kappingarárinum – móti AB og B71.

Vit ynskja Jens hjartaliga tillukku við heiðrinum.

Líknandi tíðindi