INNANDURAKAPPINGIN TF CUP EYDNAÐIST SERA VÆL
Fyrsta innandurakappingin í fótbólti í ár, varð hildin í Ítróttarhøllini í Runavík nú um vikuskftið. Metstórt luttakaratal – heili 84 lið úr øllum meginøkinum luttóku í kappingini. Kappingin var bæði fyri gentur (7-17 ár) og dreingir (6-18 ár). Umleið 200 dystir vóru leiktir íalt og leikararnir vóru sera vælnøgdir við kappingina og fyriskipanina av henni.
Vinnarnir í teimum ymisku aldursbólkunum vóru:
Pinkulingar:
Nabbi úr Runavík (gull), B36 (silvur) og B68 (bronsa)
Smápiltar:
Reyðu Pantarnir Toftir (gull), Kí ð (silvur) og Mix Tórshavn (bronsa)
Piltar:
Ultras Gøta (gull), Hull City Runavík (silvur) og Team Hoyvík (bronsa)
Smádreingir:
GÌ (gull), Skála (silvur) og Klaksvík dudes (bronsa)
Dreingir:
Wolwerhampton Fuglafjørð (gull), Notts County Runavík (silvur) og B68 (bronsa)
Unglingar:
Besiktas EB/S (gull), Shey Runavík (silvur) og KÌ (bronsa)
Pinkur:
FCK Gøta (gull), B36 (silvur) og B68 (bronsa)
Gentur 10-12 ár:
B36 (gull), NSÌ (silvur) og B68 (bronsa)
Gentur 12-14 ár:
HB (gull), Vespurnar Runavík (silvur) og NSÌ (bronsa)
Gentur 14-17 ár:
Víkingur (gull), NSÌ (silvur) og ÌF 1 (bronsa)
Ungdómsnevndin hjá NSÌ, takkar hjartaliga leikarum, foreldrum og øðrum avvarðandi fyri eina góða kapping. Ætlanin er at skipa fyri eini nýggjari kapingur í februar komandi ár.
Ungdómsnevndin takkar Tryggingarfelagnum Føroyar og Intersport fyri góðan fíggjarligan stuðul í samband við kappingina.
MYNDIR AV ØLLUM VINNANDI LIÐUNUM ER VÍST Í NIÐANFYRI MYNDARØÐ
[nggallery id=118]