Christian Høgni í NSÍ fram til 2014

2

Liðskiparin, málrevurin og undangongumaðurin Christian Høgni Jacobsen hevur longt sáttmalan við NSÍ fram til 2014.

Hóast eitt ár var eftir av sáttmálanum, valdu NSÍ og 30-ára gamli áleyparin at styrkja samstarvið við at leingja avtaluna fram til endan av kappingarárinum 2014.

NSÍ fegnast um avtaluna ásannandi, at Christian Høgni, umframt at hava eyðsýndar dygdir frammanfyri málinum, eisini hevur týðandi leiklut sum fyrimynd hjá ungu evnaríku leikarunum í felagnum.

Share.

2 kommentarer

  1. Óført Chr Høgni! Soleiðis skal tað vera!

    Drívi nú á í uppstartinum, so vit síggja menn í super formi, tá kappingin byrjar! 🙂

Skriv et svar