Leikarafundur hóskvøldið
Leikarafundur fyri unglingar og eldru deildirnar, Vodafone undantikið, verður í NSÍ-hølinum í kvøld, hóskvøldið 20. januar, kl. 20.00. Heitt verður á teir, ið ætla sær at spæla í ár, at møta.
Í dag skrivaðu Rodmund Nielsen og Dánial Hansen undir avtaluna. Við hesi avtaluni verður BORG høvuðsstuðul hjá NSÍ, og kemur at verða ein sterkur viðspælari í felagnum. Dánial Hansen fegnast um avtaluna, og er takksamur fyri stuðulin frá BORG. Tí tað hevur týdning at hava góðar stuðlar, og eru stuðlarnir við at tryggja góðu karmarnar…
Smádreingirnir hjá NSÍ vunnu týðandi sigur á HB í meistarabólkinum í Havn í dag. NSÍ legði betri út, men tað stóð framvegis á jøvnum í hálvleikinum. Um miðjan seinna hálvleik eydnaðist tað HB at skora við kontraálopi eftir fleiri NSÍ-horna. Eina løtu sat HB á spælinum, men so ernaðust NSÍ-smádreingirnir aftur. Fyrst skjeyt Meinhard Olsen…
Tað er okkum ein stór gleði at boða frá, at Andri Benjaminsen kemur heim aftur til NSÍ. Sum bara 16-ára gamal spældi Andri fyrstu ferð við NSÍ, og hóast sín unga aldur og uppvøkstur á Toftum hevur hann longu spælt heili 5 kappingarár við liðum hjá NSÍ. Hóast tað er NSÍ, sum burdi givið Andri…
Fyrrverandi svenski U19-landsliðsleikarin Adi Terzic hevur júst skrivað undir við NSÍ! Adi Terzic er 26 ára gamal. Hann er svii, men hevur eisini røtur úr Bosnia-Herzegovina, sum eftirnavnið ber boð um. Umframt royndirnar á svenskum ungdómslandsliði hevur hann spælt ikki færri enn 75 dystir í næstbestu deildini í Svøríki. Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, kennir…
Ì ár hevur NSÌ meldað trý lið til smápiltakappingina (a-c). Smápiltar eru leikarar sum er í aldrinum 8-10 ár. Smápiltarnir venja tvær ferðir um vikuna – mánadag og fríggjadag kl. 17.00-18.00. Venjarir hjá smápiltunum eru Jonhard Hansen (285501) og Eddi Mikkelsen (254370). Fyrsta venjingin verður komandi fríggjdag kl 17.00. Hav egna bólt við og verið væl í…