Leikarafundur hóskvøldið
Leikarafundur fyri unglingar og eldru deildirnar, Vodafone undantikið, verður í NSÍ-hølinum í kvøld, hóskvøldið 20. januar, kl. 20.00. Heitt verður á teir, ið ætla sær at spæla í ár, at møta.
Seinastu mongu árini hevur NSÍ havt lið í báðum teimum bestu deildunum. Næstbesta liðið hevur leikt í 1. deild. Seinastu árini hevur felagið brúkt hetta liðið sum eitt menningarlið, har ungu leikararnir – stuðalaðir av tilkomnum leikarum – kunnu royna seg og mennast til vaksnamannafótbólt. Í ár hevur gingist væl hjá sokallaða menningarliðnum. Liðið liggur…
Myndir: Hjalmar Jóhan Juul 12/08 spældu bæði bestuliðini hjá okkum, og annað kann ikki sigast enn, at hetta var ein góður leygardagur. Kl 13:00 leiktu kvinnurnar í Sørvági, og eftir 3 minuttir varð støðan 1-0 til heimaliðið. Hóast eitt mál kom tíðlig til heimaliðið, 07/Vestur, løgdu kvinnurnar trýst á, og eftir 12 minuttir kom mál…
Bilasølan og NSÍ hava gjørt stuðulsavtalu, og komandi tvey árini verður Bilasølan ein aktivur viðspælari hjá NSÍ. Formaðurin í NSÍ, Dánial Hansen, sigur, at hann fegnast um góða stuðulin frá Bilasøluni, og leggur afturat, at slíkur stuðul er kærkomin, og hevur stóran týdning fyri menningina av felagnum komandi tvey árini. Hendrik Egholm, stjóri á Bilasøluni,…
Eyðvør Jakobsen, WU17 landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, sum skal til EM-undankapping í Albania í tíðarskeiðnum 24. – 30. novembur. Móttustøðuliðini hjá WU17 landsliðnum eru Kazakhstan, Wales og vertirnir, Albania. Úr NSÍ eru Helga Mikkelsen, Rannvá við Streym og Sólja Vinjardsdóttir Johansen úttiknar. Umframt at hava verið við U16 gentuliðnum hjá NSÍ í ár, hava tær…
Sigrid Amalielsdóttir Jacobsen kemur í seinnu hálvu aftur at spæla við besta kvinnu liðnum hjá NSÍ. Sigrid var partur av betri deildarliðnum hjá kvinnum í 2021 og 2022, og var hon við til at vinna steypakappingina hjá kvinnum við NSÍ í 2021. Eftir ein stuttan stegð, er Sigrid aftur í gulum. Fyrsti dystur hjá betri…
TF Cup – innandura fótbóltskapping 6.-7 November 2010 Ì samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar skipar ungdómsnevndin hjá NSÍ fyri innandura fótbóltskapping í Ìtróttahøllini í Runavík 6 og 7 november. Aldursbólkar: Pinkur 7-9 ár (f. 2001-03) Gentur 10-11 ár (f.1999-00) Smágentur 12-13 ár (f. 1997-98) Gentur 14-17 ár (f. 1993-96) Pinkulingar 6-7 ár (f.2003-04) Smápiltar 8-9 ár (f.2001-02) Piltar…