Petur Pauli Mikkelsen til NSÍ


NSÍ hevur skrivað ein 1 ára sáttmála við 20-ára gamla Petur Paula Mikkelsen, sum spældi við Skála seinasta kappingarár.

Petur Pauli er av Skála, men er annars ættaður úr Rituvík. Hann er ein verjuleikari, sum fyri tað mesta spælir í miðverjuni.

Petur Pauli hevur spælt við Skála higartil. Tvey tey seinastu árini hevur hann verið fastur maður í Skála verjuni, og síðsta kappingarár hjálpti hann Skála at flyta úr 2.deild upp í 1.deild. Hann er ikki heilt óroyndur í Vodafone-deildini – í 2007 spældi hann 5 dystir á besta liðnum hjá Skála, men meginpartin av 2008 – tá Skála flutti niður – spældi hann ikki vegna skaða. Hannn er tó komin fyri seg nú.

Petur Pauli verður mettur at vera ein spennandi verjuleikari, sum er væl fyri tekniskt og sterkur fysiskt, og sum verður spennandi at fylgja í framtíðini.

Vit fegnast um at hava fingið enn ein evnaríkan skálamann yvirum fjørðin og ynskja Petur Paula hjartaliga vælkomnan til Løkin.

Líknandi tíðindi