NSÍ og Helgi L. Petersen gjørt sáttmála


NSÍ hevur skrivað undir ein eitt-ára sáttmála við 32-ára gamla Helga L. Petersen úr Rituvík.

Felagið fegnast um at hava fingið knýtt Helga at hópinum. Við sínum drúgvu royndum kemur hann ivaleyst at fáa stóran týdning fyri hópin bæði á vøllinum og uttanfyri.

Helgi hevur vanliga leikt sum álopssinnaður miðvallarleikari. Sambært faroesoccer.com hevur Helgi spælt 162 dystir í bestu deildini og skotið 52 mál. Hóast hann er NSÍ-ari um ein háls, hevur hann eisini roynt seg í øðrum feløgum. T.d. skjeyt hann heili 24 mál í 24 dystum fyri GÍ í 2001.

Líknandi tíðindi