Sigur í fyrsta vinardystinum B68-NSÍ 1-5

0


12.02.11: NSÍ leikti fyrrapartin ársins fyrsta vinardyst móti B68 á Toftum. Endaliga støðan gjørdist 5-1 til NSÍ, ið var á odda 5-0 í hálvleikinum.

Veðrið var ikki av tí besta – vindur og regn, serliga í fyrra hálvleiki. NSÍ hevði nokkso nógvan undanvind í fyrra hálvleiki, tó minkaði vindurin nakað í øðrum hálvleiki.

Serliga í fyrra hálvleiki vísti NSÍ gott spæl. Nógvu málmøguleikarnir høvdu við sær, at farið varð til hálvleik við eini 5-0 leiðslu. Málini hjá okkum skutu Magnus (2), Einar, Christian Høgni og Klæmint. Málið hjá B68 í seinna hálvleiki var sjálvmál.

Bæði liðini nýttu nógvar leikarar. Hjá okkum byrjaðu hesir inni: András, Jónhard, Petur Pauli, Jens, Einar, Magnus, Jann Martin, Jústinus, Heðin, Christian Høgni og Klæmint. Í øðrum hálvleiki fingu vit eisini Kristian, Monrad, Magnus Paula, Viggo og Árna á vøllin. Útlendingarnir eru ikki komnir til Føroya enn, og vóru tí ikki við.

Hóast talan var um venjingardyst, og úrslitið ikki hevur nakað at siga, kunnu vit fegnast um, at tað tóktist, sum um leikararnir eru væl fyri. Eisini var gott álopsspæl at síggja, serliga í fyrra hálvleiki.

Spennandi verður at fylgja liðinum, so hvørt sum kappingin nærkast. Næsti dystur er móti Víkingi nú mikukvøldið 16. februar kl. 18 við Løkin.

Share.

Skriv et svar