Javnt móti Víkingi 1-1
Bestu liðini hjá NSÍ og Víkingi leiktu venjingardyst við Løkin í gjárkvøldið.
Tað var hálvmyrkt og vátt, men leikararnir tóktust at vera væl uplagdir og grammir, hóast ferðin mangan var størri enn neyvleikin í spælinum. Nokkso fitt av áskoðarum vóru til dystin.
Teir, ið byrjaðu inni hjá NSÍ, vóru: Andras, Einar, Jens, Petur Pauli, Jónhard, Árni, Jústinus, Helgi, Magnus, Christian Høgni og Klæmint. Seinni komu eisini Monrad, Viggo, Andrias og Kristian á vøllin. Nýggju útlendingarnir eru framvegis ikki komnir.
Víkingur fekk betri byrjan. Teir fingu mál í 11. minutti. NSÍ sat á stórum parti av spælinum í fyrra hálvleiki, meðan Víkingur dúvaði uppá kontra. Í 40. minutti varð Christian Høgni feldur í brotsteiginum hjá Víkingi. Hann skoraði sjálvur trygt uppá brotsspark.
Sum vera man vóru skiftingar av leikarum í seinna hálvleiki. Spælið bylgdist aftur og fram eftir spælistílinum hjá liðunum báðum. Fleiri málmøguleikar vóru, men onki mál kom aftrat.
Alt í alt má hetta metast at hava verið ein góð venjing fyri liðini bæði. Liðini møtast aftur í venjingardysti í Gøtu leygardagin 26. februar kl. 11.00.