Nýggj fólk í nevndina

0

NSÍ hevði aðalfund hóskvøldið. Umframt frágreiðingar frá starvsnevnd og ungdómsnevnd var nevndarval á skránni. Í starvsnevndina komu Ragnhild Knudsen og Jóna Kristiansen fyri Bjarka á Gerðisbakka og Gudny Nielsen. Kinna Olsen og Bjarki á Gerðisbakka eru nývaldir tiltakslimir.

Starvsnevndin skipaði seg eftir fundin. Sølvi Reinert Hansen heldur fram sum formaður. Árni Midjord er nú næstformaður. Ragnhild Knudsen er nýggjur skrivari. Tanja Huneck heldur fram sum kassameistari. Jóna Kristiansen er nevndarlimur.

Í ungdómsnevndina komu Steinolvur Gudmundsson og Dánjal Pauli Jensen fyri Kenneth Johannesen og Rósing Johannesen. Helgi Davidsen og Hertha Olsen halda fram sum tiltakslimir.

Egil Olsen heldur fram sum formaður og peningarøkil í ungdómsnevndini. Tummas Eivin Hansen er næstformaður og skrivari. Tóra Davidsen, Dánjal Pauli Jensen og Steinolvur Gudmundsson eru nevndarlimir.

Share.

Skriv et svar