Arbeitt verður við heimasíðuni
Haldið okkum til góðar. Arbeitt verður við heimasíðuni í løtuni.
Eitthvørt var áfatt við gomlu síðuni. Síðan hevur tí broytt snið. Arbeitt verður í løtuni við at fáa gamla tilfarið yvir og at tillaga sniðið.
Vøllurin við Løkin liggur einans 400 metrar frá barnaheiminum hjá mær. Pápi mín Henning Johannesen (Ning) misti ikki ein tann einasta fótbóltsdystin hjá NSÍ í 70-80’unum til hann brádliga doyði í 1983. Eldru beiggjarnir og systurin spældu eisini við NSÍ. Sostatt kann mann róliga siga, at undiritaði vaks upp við NSÍ, sum var ein natúrligur…
Leygardagin kl 17.00 skal NSÌ í Gundadal at spæla ímóti HB. Dysturin hevur stóran týdning fyri bæði liðini. Men fyri NSÌ hevur tað alt at siga at vinna dystin. 3 stig í morgin ger NSÌ til nýtt oddalið. Møti fjølment upp í Gundadalið í morgin, og læt okkum mála Havnina GULA. Koyra á dreingir, og…
Haraldur R Højgaard kemur heim aftur til NSÍ. Haraldur hevur í kvøld skrivað undir 2 ára sáttmála við NSÍ. Vit ynskja Haraldur tillukku við sáttmálanum, og vælkomnan aftur í gulu blusuna.
Jens Joensen hevur í kvøld longt sáttmálan við NSÍ. Tað er ongin loyna at Jens er ein vinnari, og tí eru vit fegin um at Jens nú hevur longt sáttmálan við NSÍ. Vit ynskja Jens tillukku við nýggja sáttmálanum, og allar bestu eydnu í tí gulu blusuni.
Venjingartíðirnar fyri ymisku deildirnar og liðini, eru nú at finna á heimasíðuni. Her er eisini yvirlit yvir venjararnar. Við at trýsta á bjálkan “Venjingartíðir” omanfyri ber til at klikkja seg inn á venjingartíðirnar 2010. Venjingartíðirnar nevndar omanfyri verða
Articon hevur í fleiri ár verið ein stuðul hjá NSÍ, og í 2020 er onki undantak. Vit eru fegin um stuðulin frá Articon, og takka hjartaliga fyri.