2-0 tap móti Víkingi

Vodafone-liðið hjá NSÍ leikti móti Víkingi í Gøtu í gjár. Endaliga úrslitið var 2-0 til Víking. Dysturin kundi annars fara báðar vegir.

Fyri okkum var tað av serligum áhuga at síggja nýggja leikaran Ismail Abdul-Razak spæla í gula búnanum fyri fyrstu ferð. Hann leikti skilagott á sentralu miðjuni saman við Jústinus.

Teir, ið mannaðu liðið hjá okkum í gjár, vóru: Andras, Jónhard, Petur Pauli, Jens, Einar, Jann Martin, Razak, Jústinus, Heðin, Christian Høgni og Klæmint. Seinni komu Kristian, Magnus, Debes, Helgi og Árni á vøllin.

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók í fyrra hálvleiki.
[nggallery id=39]

Líknandi tíðindi