Klaksvíkskappingin: KÍ-NSÍ 7-8

NSÍ spældi dyst móti KÍ um triðja plássið í Klaksvíkskappingini í dag.

Tá avtornaði vann NSÍ samanlagt 8-7 eftir brotssparkskapping. Sjálvur dysturin endaði 1-1, og brotssparkaskappingin 7-6.

Í mun til ferðmikla og til tíðir vælspælda dystin móti EB/Streymi í gjár, var dysturin í dag meira linligur.

Hjá okkum byrjaðu András, Jónhard, Petur Pauli, Jens, Heðin, Mamuka, Razak, Jústines, Jann Martin, Christian Høgni og Klæmint inni.

Tað var fyri tað mesta ein bardagi um at vinna yvirvág á miðvøllinum í fyrra hálvleiki. Ungu klaksvíkingarnir vóru grammir og royndu at trýsta. Hjá okkum gekk illa at fáa avleveringarnar at enda hjá rætta manninum. Sum heild vóru fáir málmøguleikar.

Í 44 min. fekk Jens reytt kort fyri at siga sína erligu meining við dómaran, ið júst hevði dømt eitt bíligt fríspark uttanfyri brotsteigin í vinstru síðu hjá okkum. Christian Høgni fekk so eisini eitt gult kort sum part av serliga pakkatilboðnum.

Einar, Nanmi og Magnus komu inn í hálvleikinum fyri Heðin, Jónhard og Klæmint.

Dysturin var ikki meiri enn byrjaður aftur, tá Kristoffur Jacobsen legði KÍ á odda 1-0 við lágum langskoti, sum András hálvbjargaði, dygst við høgru stong.

Debes og Árni komu inn fyri Jann Martin og Mamuka eftir 60 min. KÍ framdi eisini hópin av útskiftingum í øðrum hálvleiki.

Spælið var yvirhøvur lítið samanhangandi hjá báðum liðum og málmøguleikarnir fáir.

Men í 71. minutti javnaði Christian Høgni við tryggum skoti høgt til vinstru eftir innleggi frá Árna úr vinstru síðu.

Restina av dystinum var spælið nokkso rótut. Einki mál kom aftrat, og tí varð farið til brotsspørk.

Heili 9 skot máttu skjótast fyri at fáa eina avgerð. Einar, Magnus, Árni, Debes, Nanmi, Petur Pauli og Christian Høgni skoraðu fyri okkum. Jústines og Razak brendu, men András tók 3 skot hjá KÍ, og gjørdust vit við tí nummar trý í Klaksvíkskappingini í ár.

Alt í alt fingu vit við Klaksvíkskappingini tveir venjingardystir aftrat í einari skjótari vending, nú kappingarárið av álvara er farið at nærkast.

KÍ-NSÍ 1-1 (7-8)
8. min. 0-1 Kristoffur Jacobsen
44. min. Jens Joensen reytt kort
71 min. 1-1 Christian Høgni Jacobsen

NSÍ: András, Jónhard (46 min. Magnus), Petur Pauli, Jens, Heðin (46 min. Einar), Mamuka (60 min. Árni), Razak, Jústines, Jann Martin (60 min. Debes), Christian Høgni og Klæmint (46 min. Nanmi)

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=55]

Líknandi tíðindi