Kvinnur byrja venjingina i morgin
NSÍ hevur teknað tvey kvinnulið á hálvum vølli í ár. Venjingin byrjar vid Løkin í annaðkvøld kl 19.30.
Rutt H. Gregersen hevur í kvøld fingið 1-ára sáttmála og spælir við Betri kvinnum hjá NSÍ í 2023. Rutt flutti í summarsteðginum í ár úr KÍ til NSÍ, har hon spældi á besta liðnum alla seinnu hálvu. Í 20 dystum er Rutt noterað fyri 7 mál. Vit gleðast um, at hon vil taka enn eitt…
Í kvøld, mánakvøldið 20. feburar, verður aftur skipað fyri hugnaløtu í samband við venjingina á vøllinum. Damurnar í Kiosktoyminum siga, at seinast gekk tað ómetaliga væl, og væl av fólki møtti til løtuna. Í samband við venjingina í kvøld, mánakvøldið 20. februar, bjóða tær tí aftur ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið frá kl. 18….
So rullar bólturin endiliga aftur við Løkin, og bæði menn og kvinnur okkara skulu spæla venjingardyst móti B36. Menninir spæla kl. 12 og kvinnurnar kl. 17. Vit síggjast við Løkin.
Man kann næstan tosa um same procedure as every year, tá talan er um sterkasta leikara í føroyskum kvinnufótbólti. Enn einaferð gjørdist okkara Heidi greiður toppskjútti við 25 málum, harav bert tað eina er skorað uppá brotsspark. Í samrøðu við FM1 metti Heidi, at einki serligt var við hesum kappingarárinum: Nú er hetta triðja árið…
Vit leingja freistin at tekna til Bakkafrost cup 2022 til hósdagin 22. des á midnátt. Reglurnar eru hesar: U7 til og við U17 eru 4+1 málverji inni, og loyvt er at hava ein eyka leikara. Hjá vaksnum (m/k) er loyvið at hava í mesta lagið 5 leikarar við á liðnum, leikt verður 4v4, t.v.s at…
Vit kunnu í kvøld kunngerða, at vit hava skrivað sáttmála við ein spennandi leikara á kvinnusíðuni. Talan er um skjótt 22 ára gomlu Sara Samson Lamhauge, sum skiftir úr besta liðnum hjá HB, har hon hevur leikt síðan 2016. Síðan 2015 hevur Sara umboðað øll landsliðini, og eitt skifti var Sara í Italia og spældi…