Tilmeldingardagur í Sportmaster væleydnaður

0

Mikudagin 6 apríl var tilmeldingardagur fyri yngru deildirnar í handlinum hjá Sportsmaster i Runavik. Umleið 150 børn brúktu høvið at tilmeldað seg til felagið hendan dagin.

Sportsmaster hevði fleiri góð tilboð sum foreldur og børn tóku væl undir við.

Jens Marni Hansen undirhelt við sangi og Vodafoneleikarnir skrivaðu autografar til børnini.

Teir leikarar á ungdómsliðunum sum ikki hava tilmeldað seg til og goldið luttøkugjald fáa høvi at gera hetta í næstu viku. Hetta gerst við at seta seg í samband við liðvenjarnar.

Goldið luttøkugjald er krav fyri at luttaka á ungdómsliðunum hjá NSÍ.

Niðanfyri eru nakrar myndir, ið Sølvi R. Hansen tók.

Share.

Skriv et svar