|

Fjepparin: Áki Leitisstein Hansen

Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Áki Leitisstein Hansen.

1. Navn?
Áki Leitisstein Hansen.

2. Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin og hvar?
Tá ið eg búgvi uttanlands, so plagi eg sum oftast at fylgja streyminum, tá ið eg eri heima á klettunum. Eg havi tískil einki fast
pláss, og siti ella standi har, ið tey, eg kenni, sita.

3. Fylgir tú við gongdini hjá NSÍ, nú tú býrt uttanlanda?
Áhugin fyri NSÍ er bara vaksin, síðani eg flutti uttanlands at búgva. Eg fylgi tískil væl við gongdini við góðari hjálp frá møguleikunum, ið internetið bjóðar. Einaferð NSÍari, altíð NSÍari.

4. Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Eg havi spælt øll ungdomsárini og var partur av besta NSÍ liðnum í fleiri ár, men eg breyt ongantid ígjøgnum. Størsta orsøkin var allarhest, at ein skaði helt mær úti alt 2002 kappingarárið, og eftir tað misti eg so spakiliga hugin og vónina um, at fótboltur møguliga skuldi gerast min yrkisleið í framtíðini. Eg varð sum oftast brúktur á vinstra bakki, har Einar ger eitt framúrskarandi arbeiði í dag.

5. Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Tá ið man veksur upp i Runavík, og tá ið man búði so stutt frá vøllinum, so var torført at koma uttanum fótbóltin. Áhugin fyri fótbólti er komin tíðliga, tá ið Terji bróður og seinni Uni bróður spældu á besta NSÍ liðinum. Pápi mín hevur eisini altíð verið garvaður NSÍ fjeppari, og tískil er mín áhugi fyri fótbólti komin gjøgnum familjuna.

6. Yndisleikari hjá NSÍ?
Torført at siga, hvør mín yndisleikari hjá NSÍ er. Christian Høgni er ein kempa, ið eg havi allarstørstu virðing fyri. Kortini vil eg siga, at mín yndisleikari er Klæmint, ið eg havi vant upp gjøgnum ungdomsdeildirnar. Bara søgan um, at læknarnir mettu, at hann ongantíð fór at íðka ítrótt, fortelur bara um viljan og dirvið, hann hevur.

7. Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Steypasigurin í 2002 og FM-heitið í 2007. Tíanverri var eg fluttur uttanlands, tá ið FM-heitið kom í hús, men vit NSÍ fjepparar i Århus koyrdu veitsluna heim á flatlondum.

8. Størsta styrkin hjá NSÍ?
Leikararnir, allir sum ein. I løtuni kunnu allir byrja inni millum teir 11, so tað fortelur eitt sindur um breiddina.

9. Sunnudagin møta vit HB. HVussu vildi tú lýst HB sum mótstøðulið?
HB er HB, og undirmetur tú teir, so fært tú av at vita. Hóast hópurin ikki er eins góður og undanfarna ár, so er HB altíð í toppinum, og tað verða teir eisini í ár. Hvussu skal NSÍ so vinna? Hart og kontant inn í allar taklingar, stressa HB leikararnar og ikki lata teir flyta fyrsta prikkin hvørjaferð.

10. Hvat væntar tú, úrslitið verður sunnudagin millum NSÍ og HB?
2-1 til NSÍ, og Jens skorar endaliga málið.

11. Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Jákup Emil Hansen.

Líknandi tíðindi