Mamuka dagsins maður móti HB

Seinasta sunnudag vunnu vit 2-1 á HB við Løkin. Klæmint og Debes gjørdu málini.

Tit hava havt høvi at velja dagsins mann í dystinum. Og nú, atkvøðugreiðslan er stongd, er greitt, at ein av okkara nýggju monnum, Mamuka úr Georgia, er valdur til dagsins mann.

Mamuka var sera eyðsýndur hjá FC Suðuroy seinasta kappingarár, og fegnast vit tí um at hava fingið hann í hópin í ár.

Í dystinum móti HB spældi Mamuka á høgra kanti, inntil Christian Høgni fór út. Síðani flutti Mamuka fram í álopið. Hann var skjótur og lívligur í dystinum, og boðar hetta frá einum góðum kappingarári.

Atkvøðugreiðslan hesa ferð var sera tøtt. Mamuka fekk 17% (47 aktv.), ungi skálamaðurin Petur Pauli fekk 16% (43 atkv.), og Klæmint fekk 10% (27 atkv.) á triðja plássinum. Íalt vóru 271 atkvøður givnar.

Í mun til seinastu atkvøðugreiðslu, er bara Petur Pauli millum teir ovastu tríggjar. Hann var somuleiðis nummar tvey í atkvøðugeiðsluni eftir steypadystin móti B71.

Vit ynskja Mamuka og øllum hinum góða eydnu móti Víkingi í Sarpugerði kl. 18 í kvøld.

[poll id=”3″]

Líknandi tíðindi