|

Festligt tiltak í Løkshøll

Komandi trý hóskvøldini verður skipað fyri festligum tiltaki í Løkshøll í Runavík. Tað eru lokalir fyriskiparar, sum skipa fyri spurnarkapping millum bygdirnar av Skipanesi til Æðuvíkar. Tað er samstundis heitið á tiltakinum: ”Av Skipanesi til Æðuvíkar”. Fyrsta umfarið verður í Løkshøll skírishóskvøld kl. 20.

Endamálið við tiltakinum er mangt og hvat. At samansjóva fólkið í økinum, at hita upp til komandi kappingarárið í fótbólti, at vísa, hvussu nógvar og góðar møguleikar vit hava við Løkshøll, sum vit jú øll eiga. Og so vóna fyriskipararnir, at tiltakið fer at kasta nakrar krónur av sær til virksemið hjá NSÍ.

Kapping millum bygdir
Tær 8 bygdirnar av Skipanesi til Æðuvíkar hava hvør sítt lið, mannað við 2 undirhaldandi og vitandi persónum. Liðini skulu kappast í 2 innleiðandi rundum, áðrenn stóru finaluna 5. mai.

Spurningarnir
Flestu spurningarnir eru úr lokala økinum. Umframt vanligar spurningar, eru eisini myndaspurningar og árstalsspurningar á skránni. Fyri at krydda, hava fyriskipararnir valt at hava eina alternativa avbjóðing. Her skulu liðini velja onkra skapandi uppgávu, sum kann geva heilt upp í 5 stig. Er hendan uppgávan ov møtumikil, kann liðið velja ein torføran spurning, sum tó bert kann geva upp til 3 stig. Endað verður við 4 skjótt søgdum ja/nei spurningum.

Eisini framsýning
Frá 28. apríl setir NSÍ upp eina framsýning, sum vísir á søgu og virksemi felagsins. Framsýningin verður á gongini rundan um Løkshøll.

Atgongumerki
Eitt vanligt atgongumerkið kostar 100 krónur. Tá situr ein á áhoyraraplássunum og hevur møguleika at keypa sær kaffi í steðginum. Men eitt annað spennandi tilboð verður. Tað eru dýru plássini ”Á Markinum”. Her er talan um pláss við kaféborðini, sum koma at standa fremst í salinum, á markinum millum luttakarar og áhoyrarar. Tey 60, sum eru so heppin at fáa pláss her, fáa kaffi og køkur, meðan tiltakið koyrir. Plássini ”Á Markinum” kosta 150 krónur, tá eru kaffi og køkur við í prísinum. Atgongumerki eru til sølu við dyrnar. Men um tú ynskir tær eitt av serligu plássunum “Á markinum”, er best at leggja tað av. Tað kann gerast við at ringja til John (220135) og Jonhard (285501).

Vertirnir
Vertirnir til tiltakið eru ikki heilt ókendir. Teir báðir Jonhard Hansen og John Andersen løgdu Vespureiðrið til rættis í 2007 og eru nú klárir at tørna út aftur fyri felagið. Teir fáa gestir á gátt, sum fara at siga sína hugsan um komandi fótbóltsárið, um sosialu viðurskiftini í økinum og evnir, sum eru uppi í tíðini. Við hesum fara aftur at minnast løttu og jaligu løturnar við Vespureiðrinum.

Dómararnir eru heldur ikki hvørjir sum helst. Feðgarnir báðir Jákup (eldri) og Trygvi Mortensen hava spískað blýantin og eru spentir til uppgávuna.

Harafturat verður tónleikur á skránni. Tey bæði innleiðandi umførini, sum verða 21. og 28. apríl fara ungir tónleikarar og sangarar frá Nes Sóknar Musikskúla at syngja og spæla undir leiðslu av Jóhan Mortensen.

Hóskvøldið varð lutakastið avgreitt. Spenningurin var sum vera man stórur. Liðini møtast soleiðis:

21. apríl verður skráin hendan:
Fyrra umfar: Saltangará, Jónsvein Knudsen liðskipari, møtir Skipanesi, Ragnar Nesstein liðskipari
Seinna umfar: Lamba, Magnus Rasmussen liðskipari, møtir Glyvrum, Rodmundur Nielsen liðskipari

28. apríl verður skráin hendan:
Fyrra umfar: Æðuvík, Anna Olsen liðskipari, møtir Søldarfirði, Ragnar Olsen liðskipari.
Seinna umfar: Rituvík, Helgi L. Petersen liðskipari, møtir Runavík, Sunleiv Højgaard liðskipari.

Stóra finalan verður 5. mai.

Niðanfyri eru nakrar myndir fra lutakastinum.
[nggallery id=124]

Líknandi tíðindi