|

Stak væleydnað tiltak í Løkshøll Skíriskvøld

Skíriskvøld var Løkshøll karmur um fyrsta umfar av spurnarkappingini “Frá Skipanesi til Æðuvíkar”. Eini 200 vælupplagdir áskoðarar vóru komnir at síggja lið úr Saltangará, av Skipanesi, úr Lamba og av Glyvrum kappast um at koma víðari til finaluna, sum verður hóskvøldið 5. mai.

Tað eru góðar kreftir, ið brenna fyri NSÍ, sum høvdu tikið stig til kvøldið, ið hevði sum sítt fremsta endamál at sjóva fólk á staðnum saman.

Vónirnar til eitt stuttligt kvøld vóru stórar, og neyvan fór nakar skuffaður til húsa – ferð eftir ferð rungaði láturin gjøgnum høllina.

Vælupplagdu vertirnir, John Andersen og Jonhard Hansen, stýrdu okkum meistarliga gjøgnum kvøldið, og saman við vertunum og dómarunum, Jákupi Mortensen og Trygva Mortensen, góvu forkunnugu luttakararnir í spurnarkappingini okkum nógvar stuttligar løtur.

Johan Mortensen stóð fyri frálíkum tónleikainnsløgum við næmingum, sum ganga á tónleikabreytini í 9. flokki í Skúlanum við Løkin.

Eisini var ein serútgáva av “Vespureiðrinum”, har ávíkavist Pauli Poulsen, høvuðsvenjari, og Sjúrður Jacobsen úr Vodafonenevndini hjá NSÍ, og síðan leikararnir Christian Høgni Jacobsen og Jens Joensen tosaðu um kappingarárið, ið júst er byrjað.

Hetta fyrsta kvøldið av trimum kappaðust fýra bygdir: Saltangará: Jónsvein Knudsen/Kári P. Højgaard, Skipanes: Ragnar Nesstein/Joan Skibenæs, Lamba: Hans Jacob Lamhauge/Magnus Rasmussen og Glyvrar: Tórbjørn Jacobsen/Rodmund Nielsen.

Spurningarnir fevndu víða, og setti hetta stór krøv til luttakararnar. Har vóru m.a. skipaspurningar, ljóðbrot, myndaspurningar, spurningar frá NSÍ-søguni, skjóttsagdir spurningar og ein serlig avbjóðing. Hetta seinasta var serliga stuttligt, efirsum bólkarnir allir valdu at framføra sangir – frá lættari sangum, yvir andaligar sangir í páskavikuni og til eina serliga kvøðu til NSÍ, sum Edmund Joensen í Lamba hevði skrivað. Nógv varð eisini gjørt burturúr at fáa fjøldina við.

Miðskeiðis á kvøldinum var ein steðgur, har til bar at keypa ein drekkamunn – tað vóru foreldur at piltum, sum skulu uttanlands at kappast í summar, ið stóðu fyri drekkamunninum.

Úrslitini hóskvøldið gjørdust hesi:

Saltangará (Jónsvein Knudsen/Kári P. Højgaard) – Skipanes (Ragnar Nesstein/Joan Skibenæs) 17-12

Lamba (Hans Jacob Lamhauge/Magnus Rasmussen) – Glyvrar (Tórbjørn Jacobsen/Rodmund Nielsen) 16–19

Sostatt hava liðini úr Saltangará og av Glyvrum vunnið seg víðari til finalukvøldið 5. mai.

Nú komandi hóskvøld 28. apríl kappast hesi lið:

Æðuvík, Anna Olsen liðskipari, møtir Søldarfirði, Ragnar Olsen liðskipari.

Rituvík, Helgi L. Petersen liðskipari, møtir Runavík, Sunleiv Højgaard liðskipari.

Fleiri av liðskiparunum á hesum liðunum vóru og njósnaðust í Løkshøll seinasta hóskvøld, og tí er lítil ivi um, at nógv verður lagt fyri í sera taktiska kampinum at vinna síni bygd atgongd til finalukvøldið.

Vit gleða okkum til kappingina nú hóskvøldið. Um tú heldur teg hava nakað slappar láturmusklar, er bara at møta í Løkshøll, so skulu teir nokk fáa ein umgang.

Niðanfyri eru onkrar myndir frá fyrsta umfarinum av kappingini.
[nggallery id=128]

Líknandi tíðindi