Væleydnaður dagur hjá børnum undir skúlaaldur

Ì fagrasta veðri, var fyrsti venjingardagur hjá gentum og dreingjum undir skúlaaldri í dag.

Umleið 40 børn saman við foreldrum høvdu leitað sær á vøllin við Løkin.

Børnini hugnaðu sær óført saman við sínum javnaldrum.

Tey fingu høvið at heilsa uppá fleiri av okkara Vodafoneleikarum og at síggja hvat hesir duga. Vodafoneleikararnir hava einaferð verið í aldrinum sum hesi børnini nú eru í og tí mintust teir uttan iva, hvussu tað var fyrstu ferð teir foru at spæla fótbólt.

Aftaná venjingina varð bjóðað til saft og frukt og foreldrini fingu kaffi og køkur.

Samanumtikið ein sera væleydnaður dagur.

Ungdómsnevndin vil ynskja teimum smáu og foreldrum teirra hjartaliga vælkomin í NSÌ.
[nggallery id=133]

Líknandi tíðindi