Razak dagsins maður móti EB/Streymi

0

Mánadagin leikti NSÍ 2-2 javnleik móti EB/streymi við Margáir. Dysturin var sera spennandi, og tvær ferðir megnaðu okkara menn at koma aftur í aftur, eftir at EB/Streymur hevði lagt seg á odda á heimavølli. Dysturin var vælspældur og ferðmikil.

Síðani dystin hava tit atkvøtt um dagsins mann. 184 atkvøður vórðu givnar íalt. Greiði vinnarin hesa ferð gjørdist raski miðvalarin úr Ghana, Ismail Abdul Razak, Við góðum stríðsvilja og neyvum avleveringum fylti hann nógv á miðjuni hjá okkum. Razak fekk 22 % (40 atkv.). Nummar tvey gjørdist málskjúttin, sum altíð stríddist 100 % í høgru síðu, Debes Danielsen við 13 % (24 atkv.). Og nummar trý gjørdist verjukempan Jens Joensen, sum var sera eyðsýndur, tá blá/svørtu álopini skolaðu omanyvir okkum. Jens fekk 13 % (23 atkv.).

Í dag kl. 17 skulu okkara menn tørna til móti oddaliðinum KÍ í Klaksvík. Vit ynskja Razak, Debes, Jens og øllum hinum góða eydnu.

25.04.11 Besti NSÍ'arin móti EB/Streymi?

  • 9. Ismail Abdul Razak (22%, 40 atkvøður)
  • 7. Debes Danielsen (13%, 24 atkvøður)
  • 4. Jens Joensen (13%, 23 atkvøður)
  • 13. Klæmint A. Olsen (11%, 20 atkvøður)
  • 1. András Gángó (9%, 16 atkvøður)
  • 25. Petur Pauli Mikkelsen (6%, 11 atkvøður)
  • 6. Justinus R. Hansen (5%, 10 atkvøður)
  • 10. Christian Høgni Jacobsen (5%, 9 atkvøður)
  • 5. Jann Martin Mortensen (4%, 8 atkvøður)
  • 12. Einar T. Hansen (4%, 7 atkvøður)
  • 18. Heðin á Lakjuni (3%, 6 atkvøður)
  • 17. Jónhard Frederiksberg (3%, 5 atkvøður)
  • 22. Árni Frederiksberg (3%, 5 atkvøður)

Atkvøður íalt: 184

Loading ... Loading ...
Share.

Skriv et svar