Fótbóltsfepur herjar í Klaksvík

Bláa Bylgjan fer at gera nógv burturúr í samband við dystin móti NSÍ kl. 17 í Klaksvík.

Upphiting við andlitsmáling verður fyri fjepparar, og síðan ætla tey at ganga skrúðgongu til vøllin.

Tankin um, at tey har norðuri gleðast so nógv at síggja stjørnurnar hjá NSÍ, at tey hita upp sum til landsdyst, er sjálvandi hugaligur.

Men veruleikin er ein annar. Klaksvíkin hevur fingið fótbóltsfepur aftur. Stolta siðbundna felagið er aftur í bestu deildini, og ikki nokk við tí, teir eru á odda, stórt sæð mannaðir við lokalum leikarum.

Men… vit her úti halda, at blái liturin hoyrir vetrinum til. Gult hinvegin – tað er rætti summarliturin. Tí vóna vit at síggja nógvar gular fjepparar í góðveðrinum í Klaksvík í dag. Tunnilsdagur er, so tað er lagamanni at fara norður. Vónandi eru ikki bert góð tilboð í handlunum í Klaksvík – vit vóna sjálvandi at fáa okkurt gott tilboð á Injector Arena eisini.

Koyr á NSÍ – Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi