Summar- og festivalstemningur í Klaksvík: KÍ-NSÍ 1-2

NSÍ hevur í dag vunnið 2-1 á oddaliðinum KÍ í Klaksvík. Christian Høgni gjørdi bæði málini hjá okkum.

Stórur spenningur var undan dystinum í Klaksvík í dag. KÍ var ósigrað higartil og lá ovast í Vodafonedeildini.

Sera sera sera nógvir áskoðarar høvdu leitað sær á Injector Arena í góðveðrinum. Skýlið var fult, og kring vøllin stóðu fólk og nýttu sólina. Og tey fingur eisini ein góðan dyst at síggja.

Hjá NSÍ byrjaðu hesir inni: András, Jonhard, Petur Pauli, Jens, Einar, Debes, Justinus, Razak, Heðin, Christian Høgni og Klæmint.

Sum vit hava sæð tað seinastu dystirnar, var NSÍ spælstýrandi í stórum pørtum av dystinum, og so var eisini fyrstu løtuna. Justinus kom at standa væl fyri í triðja minutti, men skotið var hálvgum forkølað. Og í fimta minutti skjeyt Christian Høgni úr høgru síðu. dygst framvið handaru stong.

Hóast NSÍ sat á spælinum, stríddust KÍ væl – hetta er teirra vørumerki. Teir gjørdu skjótt av, tá teir vunnu bóltin, og royndu fleiri ferðir at spæla langar bóltar upp um verjuna hjá okkum.

Einar og Jonhard vóru raskir at koma fram við í síðunum, og gav hetta okkum fleiri góðar støður. Somuleiðis dugsi Razak á miðjuni sera væl at fordeila bóltin við sera neyvum sendingum.

Klæmint hevði ein høvdara í 18. minutti eftir innleggi frá Einar úr vinstru síðu. Og í 23. minutti var tað Justinus, sum hevði eina góða roynd við høvdara mitt fyri somuleiðis við innleggi frá Einar.

KÍ hevði havt onkra hálva roynd, og í 25. minutti skoraði Kristoffur Jacobsen til 1-0. Bólturin kom inn í brotsteigin í teirra høgru síðu, og Kristoffur skjeyt lágt við handaru stong, millum vinir og fíggindar.

Við gulum eygum tóktist hetta at vera móti leikgongdini, men rætt skal vera rætt. KÍ hevði stríðst væl, og hóast NSÍ vísti seg at hava bóltin meira, høvdu ikki teir heilt stóru málmøgueikarnir verið.

Dysturin var á ongan hátt liðugur. NSÍ helt á at spæla sítt spæl, og KÍ somuleiðis. Ein hevði eina kenslu av, at her fóru fleiri mál at koma.

Einar sendi eitt fríspark niður í nettakið í 28. minutti, og Debes hevði eitt skot útifrá til málmannin í 30. minutti. Justinus royndi seg aftur við skotið mitt fyri í 42. minutti. Í 44. minutti sendi Klæmint bóltin upp um málið eftir innlegg úr vinstru síðu.

Hálvleiksstøðan var 1-0 til teir bláu.

Liðini byrjaðu annan hálvleik, har tey sleptu, við hvør sínum stíli og sera lívligum fótbólti. Nenad feldi Heðin í 46. minutti og fekk gula kortið fyri ómakin. Christian Høgni sendi frísparki inn í brotsteigin, men Klæmint høvdaði beint uppum.

NSÍ trýsti seg til eitt horna í 53. minutti. Bólturin varð skotin inn úr høgru síðu, og mundi farið inn.

Minuttin seinni bragdaði. Christian Høgni rak við bóltinum í vinstru síðu av brotsteiginum, og varð feldur. Hann tók sjálvur brotssparkið. Málmaðurin fór til vinstru, og bólturin til høgru – nú var støðan 1-1.

Bæði liðini ætlaðu sær øll stigini. Við góðu byrjanini uppá kappingina var sjálvsálitið hjá klaksvíkingum høgt, og NSÍ spælir vanluga sítt spæl í við- og mótgongd.

KÍ hevði ein stóran kjans eftir fríspark í teirra høgru síðu í 60. minutti.

Í 63. minutti kom Mamuka á vøllin fyri Debes. Mamuka fór fram, meðan Klæmint fór út í høgru síðu. í 65. minutti kom Jann Martin inn fyri Justinus.

Liðini stríddust nú eina løtu um at vinna ræðið á miðvøllinum. Klæmint hevði eitt gott flatt skot úr vinstru síðu í 65. minutti. KÍ hevði fleiri horna í 75. og 76. minutti, harav tað eina fór á tvørtræið.

Í 78. minutti kom Magnus inn fyri Heðin. Samstundis fekk Razak gula kort fyri fríspark á miðjuni.

Dysturin var nú komin í endaspælið, har hann kundi fara báðar vegir, og har liðið, ið skoraði fyrst sannlíkt fór at vinna tey trý stigini.

Christian Høgni og Klæmint spældu væl saman í høgru síðu í 81. minutti, og fingu eitt innlegg burturúr, ið bleiv júst ov langt til Mamuka.

Í 85. minutti bleiv Christian Høgni feldur, tá hann var ávegis inn í KÍ brotsteigin í høgru síðu. Einar legði ein góðan bólt inn mitt fyri málið, har Christian Høgni var hægstur og høvdaði bóltin í mál. 2-1 til NSÍ.

Rómurin millum áskoðararnar var øgiligur seinastu løtuna.

KÍ royndi at trýsta fyri at fáa javnað, men verjan og András, ið aftur hevð ein fínan dyst, stóðu stinnir.

Alt í alt var talan um ein góðan dyst, har bæði liðini vildu vinna, og har karmarnir vóru av teimum bestu.

Við sigrinum hanga vit í oddinum í Vodafonedeildini. Vit hava nú tríggjar heimadystir fyri framman. Vit møta EB/Streymi við Løkin nú mikukvøldið í kvartfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. 4 dagar seinni taka vit móti 07 Vestur í Vodafonekappingini, og aftur 4 dagar seinni taka vit ímóti ÍF í landskappingini.

KÍ-NSÍ 1-2
1-0 25 min. Kristoffur Jacobsen
1-1 54 min. Christian Høgni Jacobsen (brotssp.)
1-2 85 min. Christian Høgni Jacobsen

NSÍ:
András, Jonhard, Petur Pauli, Jens, Einar, Debes (63. Mamuka), Justinus (65. Jann Martin), Razak, Heðin (78. Magnus), Christian Høgni og Klæmint.

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=134]

Líknandi tíðindi