Christian Høgni dagsins maður móti KÍ

0

Tit valdu Christian Høgna Jacobsen, liðskipara og dupultan málskjútta til dagsins mann í dystinum móti KÍ seinasta leygardag. Vit vunnu 2-1 í einum sera lívligum og spennandi dysti í góðum summarveðri í Klaksvík.

Christian Høgni skoraði útjavnandi málið uppá brotsspark, eftir at hann varð feldur í brotsteiginum. Og móti endanum av dystinum var hann hægstur beint framman fyri málið og høvdaði bóltin í málið eftir fríspark frá Einari í høgru síðu.

Christian Høgni fekk 32% (79 atkv.) av teimum 246 givnu atkvøðunum íalt. Nummar tvey gjørdist Mamuka við 21% (51 atkv.), meðan Razak gjørdist nummar trý við 15% (36 atkv.)

Vit ynskja Christiani Høgna tillukku og annars honum og øllum hinum góða eydnu í dystinum móti EB/Streymi við Løkin í kvøld kl. 18 í kappingini um Løgmanssteypið.

30.04.11 Besti NSÍ'arin móti KÍ?

  • 10. Christian Høgni Jacobsen (32%, 79 atkvøður)
  • 11. Mamuka Toronjadze (21%, 51 atkvøður)
  • 9. Ismail Abdul Razak (15%, 36 atkvøður)
  • 17. Jónhard Frederiksberg (7%, 17 atkvøður)
  • 4. Jens Joensen (6%, 15 atkvøður)
  • 12. Einar T. Hansen (4%, 11 atkvøður)
  • 1. András Gángó (3%, 8 atkvøður)
  • 25. Petur Pauli Mikkelsen (3%, 8 atkvøður)
  • 13. Klæmint A. Olsen (2%, 6 atkvøður)
  • 5. Jann Martin Mortensen (2%, 6 atkvøður)
  • 7. Debes Danielsen (1%, 3 atkvøður)
  • 6. Justinus R. Hansen (1%, 3 atkvøður)
  • 18. Heðin á Lakjuni (1%, 3 atkvøður)
  • 8. Magnus H. Olsen (0%, 0 atkvøður)

Atkvøður íalt: 246

Loading ... Loading ...
Share.

Skriv et svar