“The Winner Takes It All”

NSÍ hevur í kvøld tapt 3-0 á EB/Streymi í kvartfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið við Løkin.

Heilt fitt av fólki var og hugdi at kvartfinaluni millum NSÍ og EB/Streym, og líkindini at spæla vóru fín – lýtt og yvirskýggjað, turt og stilli.

Undan dystinum var greitt, at vit høvdu fingið truplasta lutakastið í kvartfinaluni. Vit skuldu spæla móti einum liði, sum er tiltikið fyri at klára seg væl í steypakappingini, og sum nógv hava sum favorittar at vinna alt í ár.

Vit leiktu 2-2 javnleik móti teimum við Margáir fyri fáum døgum síðani og sóu, at tað bar til at standa seg væl móti teimum, og tí vóru vónirnar góðar.

Hjá NSÍ byrjaðu hesir inni: András, Jónhard, Petur Pauli, Jens, Einar, Debes, Justinus, Razak, Heðin, Christian Høgni, Klæmint.

EB/Streymur legði bragdliga fyri. Fyrstu fimm minuttirnar høvdu teir tríggjar ferðir spælt seg ígjøgnum og skotið uppá mál – András bjargaði hvørja ferð.

NSÍ hevði eisini møguleikar hesa løtuna. Klæmint høvdaði við síðuna av í fyrsta minutti eftir fríspark frá Einari úr høgru síðu. Og í 10. minutti høvdaði Jens á tvørtræið eftir hornaspark frá Heðini úr høgru síðu, eftir at Heðin og Debes høvdu spælt væl saman.

Dysturin var lívligur og ferðmikil, men munur sást longu her liðunum. Okkara menn royndu at spæla sítt eyðkenda góða spæl við nógvum avleveringum, men ov nógvir bóltar endaðu uttan adressu, serliga tá vit komu fram á vøllin. Hjá EB/Streymi riggað alt, ferðin var høg, avleveringarnar neyvar og álopini vandamikil.

NSÍ fekk fleiri horna í dystinum. Fleiri leikarar royndu at taka tey, men sjálvdan kendust hesi veruliga vandamikil. Hinvegin fekk EB/Streymur fleiri fríspørk beint uttanfyri brotsteigin hjá okkum, sum teir heldur ikki megnaðu at umseta til mál.

Eftir grammu byrjanina hjá EB/Streymi tóktist NSÍ at fóta sær nakað. Klæmint hevði eitt gott skot beint til vinstru fyri málið úr vinstru síðu í 23. minutti. Og í 25. minutti høvdu Klæmint, Heðin og Razak málroyndir í einum og sama álopi, men einki spurdist burturúr.

Ov oftani endaðu álop í ongum, og ferð eftir ferð vóru EB/Streyma-leikararnir fyrstir á leysum bóltum. Teir tóktust grammari. Ein sat tó við eini kenslu av, at um NSÍ kláraði at ríða stormin av, so fór kanska okkurt at spyrjast burturúr.

Christian Høgni hevði eitt gott skot úr einum spískum vinkli úr vinstru síðu í 33. minutti. Bólturin sat beint undir tvørtræinum, men málmaðurin fekk beint hann burtur. Heðin var vælupplagdur og flutti bóltin skjótt frameftir, tá høvið beyðst.

Beint áðrenn hálvleik kom váti vøtturin. Eftir innlegg úr teirra vinstru síðu høvdaði Leif Niclasen við tveimum royndum bóltin í mál til 1-0 til EB/Streym. Hetta var samstundis hálvleiksstøðan. Hóast støðan var skuffandi, var tað eingin katastrofa. NSÍ hevur reist seg fleiri ferðir í ár frá líknandi støðum.

Tað var tó greitt, at talan var um dyst í steypakappingini. Bert annað liðið fór at koma víðari, og tí var neyðugt at satsa í seinna hálvleiki – eisini um tað hevði vandastøður við sær í hinum endanum.

NSÍ kom heldur betri frá byrjan í seinna hálvleiki, men helt hetta sær bert eina løtu. Í 54. minutti økti Gert Hansen til 2-0 við góðum langskoti úr teirra høgru síðu.

NSÍ hevði ikki rættiliga stýr á bóltinum í dag. Ov oftani var hann í luftini heldur enn fyri føturnar á leikarunum. Tað sást, at um nakað skuldi koma burturúr, fór tað at krevja ein øgiligan innsats. Og Debes royndi at gera ein innsats í 57. minutti, tá hann høvdaði bóltin á stongina eftir innlegg frá Heðini úr vinstru síðu.

Onkrar útskiftingar vórðu gjørdar fyri at seta ein meiri trumf á álopið. Talan var um steypadyst – og tá telur bert sigurin, eitt heiðurligt tap kann ikki brúkast til nakað. Í 59. minutti komu Árni og Mamuka inn fyri Heðin og Debes. Og í 67. minutti kom Jann Martin á vøllin fyri Razak.

Styrkta álopið hjá okkum kundi givið mál, meðan tíð var, men tað skuldi ikki vera í dag. Í staðin økti Hans Pauli við góðum skoti úr teirra høgru síðu til 3-0 í 72. minutti.

NSÍ helt á at trýsta, men trupult var at koma til greiðar málmøguleikar. Tó høvdu vit fleiri horna seinastu løtuna, ið ein góðan dag kundu gjørt mun.

Tíðin rann frá okkum, og liðugt var. 3-0 til EB/Streym, ið fer í semifinalurnar saman við B68, ÍF og 07 Vestur.

Við kenda ABBA-sanginum í høvdinum má ásannast, at betra liðið vann trygt við Løkin í kvøld. Kanska kundi okkurt verið øðrvísi, um onkur bóltur hjá okkum fór inn fyrr í dystinum, men tá saman um kom, rakti EB/Streymur dagin, meðan tað gekk striltið hjá NSÍ at fáa spælið at koyra.

Vit venda okkum nú aftur til Vodafonekappingina. Sunnudagin møta vit 07 Vestur við Løkin.

Koyr á NSÍ – Saman standa vit sterk!

NSÍ-EB/Streymur 0-3 (Løgmanssteypið – kvartfinala)
0-1 43. min Leif Niclasen
0-2 54. min Gert Hansen
0-3 72. min. Hans Pauli Samuelsen

NSÍ: András, Jónhard, Petur Pauli, Jens, Einar, Debes (59. Mamuka), Justinus, Razak (67. Jann Martin), Heðin (59. Árni), Christian Høgni, Klæmint.

Niðanfyri eru nakrar myndir, ið Birita Hansen tók.
[nggallery id=137]

Líknandi tíðindi