|

Endabrakið av spurnarkappingini: ”Av Skipanesi til Æðuvíkar” í kvøld

Í kvøld verður triðja og seinasta umfar av spurnarkappingini ”Av Skipanesi til Æðuvíkar” í Løkshøll í Runavík. Talan er um sjálva finaluna, um endabrestin.

Hóskvøldið 28. apríl var annað umfar av trimum í festligu spurnarkappingini ”Av Skipanesi til Æðuvíkar”. Fyrsta umfar var skírishósdag, og var tað sera væleydnað. Úrslitið var, at Glyvrar og Saltangará svaraðu seg víðari til hálvfinaluna, sum verður hóskvøldið 5. mai í Løkshøll í Runavík. Annað umfar endaði við sigri til Æðuvík og Runavík.

Í kvøld verður aftur møguleiki at uppliva ”Av Skipanesi til Æðuvíkar” í Løkshøll. Tey fýra liðini av Glyvrum, úr Saltangará, úr Runavík og úr Æðuvík fara at kappast um at vinna bygdunum heiðurin av at vera klókast í økinum.

Í hálvleikunum fer Kristina Bærentsen at syngja. Kristina hevur eina sera góða countryrødd. Eisini koma gestir á gátt í Vespureiðrinum.

Tiltakið byrjar stundisliga kl. 20. Dyrnar lata upp kl. 19, tá høvi verður at keypa atgongumerki. Eisini ber til at keypa atgongumerki til tiltakið við at ringja til Jonhard, 285501 ella John, 220135. Tá ber eisini til at bíleggja sær eitt av teimum 60 borðplássunum á kaféini. Fyriskipararnir vænta góða undirtøku, so tað ræður um at ogna sær atgongumerki sum skjótast.

Skráin verður hendan:
Fyrra hálvfinala: Saltangará ,Jónsvein Knudsen liðskipari móti Runavík , Sunnleiv Højgaard liðskipari.
Seinna hálvfinala: Æðuvík, Anna Olsen liðskipari móti Glyvrum, Rodmundur Nielsen liðskipari

Líknandi tíðindi