“Av Skipanesi til Æðuvíkar” vinnarin funnin

0

Hóskvøldið 5. mai var stórfingna finalan í spurnarkappingini “Av Skipanesi til Æðuvíkar” í Løksvøll.

Vælupplagdu vertirnir, Jonhard og John, førdu okkum við góðari hjálp frá einin rúgvu av trúgvum NSÍ’arum ígjøgnum eitt sera stuttligt og ikki minst spennandi kvøld.

Fyrst vóru semifinalurnar á skránni. Í fyrru seminfinaluni dystaðust Saltangará (Jónsvein Knudsen, Kári P. Højgaard) og Runavík (Sunleiv Højgaard og Eyðun Gaardbo). Saltangará kom betri frá byrjanini og helt leiðsluna allan vegin, hóast nógv tøtt umfør vóru. Úrslitið jørdist 19-16 til Saltangará.

Millum mest forvitnisligu innsløgini hesi kvøldini hava verið alternativu spurningarnir, sum skjótt gjørdust ein kapping um originalitet.

Framførslan hjá Saltangará

Framførslan hjá Runavík

Í seinnu semifinaluni kappaðust Æðuvík (Anna Olsen og Allan Hansen) og Glyvrar (Torbjørn Jacobsen og Sverri Justinussen). Spenningurin var stórur undan dystinum – Anna og Allan vóru toppskorarar í innleiðandi umfarinum við heili 20 stigum, og á Glyvraliðinum var Rodmund Nielsen skiftur út við Sverra Justinussen (almenna frágreiðingin var, at Rodmund hevði fingið forfall). Tað vísti seg tó, at kappingin skjótt lagaði seg til fyrimuns til Glyvrar, ið trygt vann 19-10.

Framførslan hjá Æðuvík

Framførslan hjá Glyvrum.

Í finaluni kappaðust sostatt Saltangará og Glyvrar. Glyvrar byrjaði betur, og megnaði at halda Saltangará aftanfyri allan vegin. Endaliga úrslitið gjørdist 16-11 til Glyvrar, og var eingin endi á gleðini hjá Glyvramonnum, hóast tað tók sína tíð at fáa steypini, eftirsum at mestsum øll, ið vóru til staðar, við navns nevnilsi, skuldu takkast fyri tiltakið.

At enda var eisini ein serframførsla av lagnum “Mær í hjarta NSÍ”, sum Edmund Joensen í Lamba yrkti til undanumfarið hjá Lamba. Í besta “We are the World” stíli sungu luttakandi bygdirnar hvør sítt ørindi.

Hetta kvøldið framførdi Kristina Bærendsen og Beddie eisini trý løg. Og vóru tey saman við vespuinnslagnum við nýggju forkvinnuni í NSÍ, Ragnhild Knudsen, og borgarstjóranum, Magnus Rasmussen, við til at skapa eitt ógloymandi kvøld.

Kristina Bærendsen: Nánd

Kristina Bærendsen: Help Me Make It Through The Night

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók:

Share.

Skriv et svar