Úr skotgrøvini: Jóhan Fróði á Ørg, 07 Vestur

0

Undan dystunum spyrja vit eitt viðhaldsfólk hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar

Navn og aldur?

Jóhan Fróði á Ørg, 35 ár

Hevur tú sjálvur spælt fótbólt?
Ja, við SÍ sum barn.

Tín yndisleikari hjá 07 Vestur?
Jens Erik Rasmussen

Størsta løtan við 07 Vestur?
Tá felagið varð stovnað, og uppflyting aftaná tað fyrsta árið

Í morgin møta tit NSÍ. Lýs mótstøðuliðið stutt.
Eitt lið, ið hevur klárað seg gott tey síðstu árini, men kjansur skuldi verði til eitt brúkiligt úrslit.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum í morgin?
NSÍ – Christian Høgni Jacobsen. 07 Vestur – nýggi málmaðurin, Bárður.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður?
Javnleikur

Share.

Skriv et svar