András dagsins maður móti EB/Streymi

Tit hava valt málmann okkara, András Gángó, til dagsins mann í dystinum í kappingini um Løgmanssteypið móti EB/Streymi seinasta mikukvøld.

Úrslitið í dystinum er einki at skriva heim um, men András stóð sera væl, og gjørdi sítt til at avmarka tapið. András fekk 24% (41 atkv.) av teimum 170 givnu atkvøðunum. Nummar tvey og trý gjørdust verjuleikararnir Jónhard við 18% (30 atkv.) og Jens við 8% (13 atkv.).

Tíanverri var verjan hjá okkum eyðsýnd við tað, at EB/Streymur legði stórt trýst á hana í dystinum.

Vit líta nú í spenningi fram til dystin nú seinnapartin kl. 15 móti 07 Vestur við Løkin. Vit ynskja Andrási, Jónhard, Jens og øllum hinum góða eydnu.

Koyr á NSÍ!
[poll id=”8″]

Líknandi tíðindi