|

Fjepparin: Sámal Hansen

Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Sámal Hansen.

Navn
Sámal Hansen

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin og hvar?
Eg havi ikki so ræðuliga fast pláss. Eg plagi at ganga beint oman, og standi á betongkantinum omanfyri áskoðaraplássini nakad sunnanfyri skúrin – við 16-metur leiðina, men talan er ikki um nakra pátrúgv sum so.

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Ja, eg spældi, til eg fór at rógva sum 16-ára gamal. Eg var øll árini í miðverjuni, onkuntíð sum sweepari og annars sum forstoppari, sum tað nevndist tá.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Tað var bara náturligt, haldi eg. Vit búðu tætt við plenuna, so man sá teir venja, og bleiv so bara ein partur av tí.

Yndisleikari hjá NSÍ?
Tað er lætt at siga onkran, sum er sjónligur og sum altíð verður nevndur, men eg havi hug at taka onkran, sum sær lovandi út, t.d. Petur Paula. Man visti ikki nakað um hann, fyrr enn han kom yvir av Skála sum eitt talent, sum kundi vera ein eykagardering í verjuni. Men hann hevur gjørt tað ótrúliga gott. Hann spælir væl nú, men er ein spennandi leikari, sum hevur nógv meiri í sær.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Tað má vera føroyameistaraskapið. Eg var burtur, tá tað bleiv avgjørt, men er var í Klaksvík, tá heiðursmerkini vórðu handaði. Tað má vera tann mest minniligi dagurin – vit fóru til Klaksvíkar at hyggja eftir dystinum, sóu handanina og vóru til hátíðarhaldið um kvøldið.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Vit hava nokso nógvar góðar leikarar, ikki endiliga stjørnur, men góða breidd. NSÍ hevur altíð famleitt rættiliga nógvar leikarar, sum kunnu brúkast í bestu deildini, so vit fáa altíð sett eitt rímiliga gott lið. Í ár er styrkin teir skjótu áleypararnir og ágangandi álopsspælið.

Í kvøld møta vit ÍF við Løkin. Hvussu vildi tú lýst ÍF sum mótstøðulið?
ÍF hevur klárað seg væl, burtursæð frá seinasta dyst. Teir kunnu geva øllum mótstøðu. Teir hava nógvar góðar ungar leikarar, eisini úr Runavík. Men tað hevur kanska ikki gingið rættiliga so væl í ár sum væntað, so kanska er NSÍ ein lítil favorittur, men ÍF-liðið er samansett av fuglfirðingum og styrki uttanfrá – so tað er sterkt.

Hvat væntar tú, úrslitið verður í kvøld?
NSÍ leypur á, so vit fáa nokk okkurt mál ímóti okkum, men 3-1 til NSÍ, giti eg. Tað verður í øllum førum stuttligt at hyggja at álopsspælinum hjá NSÍ, har síðubakkarnir eru væl við álopsspælinum.

Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Egil Olsen

Líknandi tíðindi