Klæmint dagsins maður móti 07 Vestur

0

Eftir stórsigurin á 07 Vestur sunnudagin hava tit havt høvi at velja dagsins mann. Tíanverri ber bert til at atkvøðu fyri einum leikara, hóast flestu okkara ivaleyst høvdu ynskt at atkvøtt fyri teimum øllum.

Ikki óvæntað fekk Klæmint, ið skjeyt hattrick hendan dagin, flestar atkvøður. Hann fekk 34% (60 atkv.) av teimum 180 givnu atkvøðunum.

Honum á baki komu Christian Høgni, ið sjálvur fekk tvey mál, við 14% (25 atkv.) og málskjúttin Einar við 8% (15 atkv.)

Klæmint og Christian Høgni vóru fremstu mennirnir í einum sera vandamiklum álopi, sum heili nýggju ferðir megnaði at fáa bóltin í vágamálið. Teir báðir endaðu við avrikinum eisini ovastir á toppskoraralistanum í Vodafonedeildini.

Í kvøld stendur ÍF fyri skotum, og vóna vit, at okkara menn taka táttin upp aftur frá sunnudegnum. Tað er so stuttligt at síggja mál!

Góða eydnu dreingir!

08.05.11 Besti NSÍ'arin móti 07 Vestur?

  • 13. Klæmint A. Olsen (34%, 61 atkvøður)
  • 10. Christian Høgni Jacobsen (14%, 25 atkvøður)
  • 12. Einar T. Hansen (8%, 15 atkvøður)
  • 9. Ismail Abdul Razak (8%, 14 atkvøður)
  • 17. Jónhard Frederiksberg (7%, 12 atkvøður)
  • 4. Jens Joensen (6%, 10 atkvøður)
  • 11. Mamuka Toronjadze (4%, 7 atkvøður)
  • 25. Petur Pauli Mikkelsen (4%, 7 atkvøður)
  • 5. Jann Martin Mortensen (4%, 7 atkvøður)
  • 1. András Gángó (3%, 6 atkvøður)
  • 6. Justinus R. Hansen (3%, 5 atkvøður)
  • 18. Heðin á Lakjuni (3%, 5 atkvøður)
  • 8. Magnus H. Olsen (2%, 3 atkvøður)
  • 7. Debes Danielsen (2%, 3 atkvøður)

Atkvøður íalt: 180

Loading ... Loading ...
Share.

Skriv et svar