Javnleikur við Løkin: NSÍ-ÍF 1-1

0

NSÍ og ÍF hava leikt javnt við Løkin í kvøld. Jens Joensen skoraði útjavnandi málið hjá NSÍ.

Fótbóltslíkindini vóru frálík, tá NSÍ og ÍF møttust við Løkin í kvøld, púra stilt og turt. Heilt nógv fólk høvdu leitað sær til dyst, bæði úr Fuglafirði og úr Runavík.

Dystirnir seinasta sunnudag hættaðu sær soleiðis, at NSÍ vann ein knúsandi 9-0 sigur á 07 Vestur við Løkin, meðan ÍF mátti leggja rygg til eitt skuffandi 2-1 tap í Fuglafirði móti B71.

Fortreytirnar vóru tí til staðar fyri einum góðum og spennandi dysti. ÍF skuldi vísa. at teir vóru betur enn seinasta dyst, og NSÍ hevði møguleika at leggja seg á odda við einum sigri.

Talan bleiv tó ongantíð um ein fótbóltsliga vælspældan dyst, men til tíðir spennandi, har sigurin kundi fara báðar vegir. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, eftir at ÍF var á odda 1-0 í hálvleikinum.

Byrjunaruppstillingin hjá NSÍ, var tann sama sum til dystin móti 07 Vestur. Gango í málinum, Jens og Petur Pauli í miðverjuni, Einar og Jónhard á bakkunum, Razak og Jústinus á miðjuni, Heðin og Mamuka á kantunum, Christian Høgni og Klæmint fremstir.

Tað var ÍF, sum byrjaði betur. Teir fyrstu 10 min. fyrigekk alt spælið á NSÍ-hálvuni. ÍF-leikararnir funnu væl hvønn annan og skaptu fleiri málmøguleikar. Serliga Chris Muomaife í ÍF-álopinum var eyðsýndur á vøllinum í kvøld. Hvørja ferð Chris hevði bóltin, skapti hann antin sjálvur ella í samanspæli við viðleikararnar fleiri vandamiklar støður í NSÍ-brotsteiginum og var ógvuliga nær við at skora.

NSÍ fótaði sær spakuliga, og teir næstu 10 min. var spælið meira javnt. Tað sum eftir var av fyrra hálvleiki, sótu ÍF-ararnir fullkomuliga á. ÍF-ararnir vóru ágrýtnari enn okkara menn, og við Chris á odda spældu teir seg fleiri ferðir til góðar málmøguleikar, og tí var tað fult uppiborið, at teir løgdu seg á odda í 41. min.

NSÍ missir bóltin á ÍF hálvuni. Bólturin kemur fyri føturnar á Christ beint frammanfyri miðjuna. Hann setir ferð á móti NSÍ-málinum. Miðjan hjá okkum leypir ikki á, og okkara verjuleikarar bakka og bakka. Tá Chris er í eini fjarstøðu uppá góðar 20 metrar frá NSÍ-málinum, langar hann til bóltin mitt fyri. Bólturin brestur á innaru síða á høgra málstólpa og í netið, uttan at Andras hevði nakran møguleika at bjarga. Eitt sera gott einmans avrik av Chris, men als ikki sannførandi verjuspæl frá okkara monnum.

Hjá NSÍ hekk spælið ikki saman í fyrra hálvleiki. Avleveringarnar vóru óneyvar, lítið trýst, og spælararnir virkaðu tungir á vøllinum og ikki ágrýtnir.

Uttan iva hevur venjari okkara givið spælarunum nøkur álvarsorð í hálvleikinum. Seinni hálvleikur var munandi betri sæð við NSÍ-eygum, tó uttan at spælið var so gott, sum vit hava víst fleiri ferðir í ár. Stríðsviljin var tó munandi betri, samstundis sum tað sá út, sum at ÍF trekti seg nakað aftur á vøllin.

Í 51. min. javnar NSÍ til 1-1. NSÍ fær horna í høgru síðu. Heðin leggur eina góða avlevering inn fyri ÍF-málið. Miðverji okkara, Jens, stýrir við høvdinum bóltin í málið.

Hetta gav okkara spælarum betri mót, og nú var tað NSÍ, sum hevði trýsti á ÍF-málið. Serliga Klæmint stríddist væl og kom til nakrar vandamiklar málmøguleikar, sum við eitt sindur av hepni kundi givið mál. ÍF hinvegin satsaði uppá mótálop, og onkuntíð vóru teir nær við at skora.

Í tveimum umførum var tætt við, at Dánjal á Lakjuni hjá ÍF gjørdist leysur, men hann var í so lítið sjálvsøkin, og so spurdist tað einki burturúr.

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, hevði NSÍ góðan møguleika at skora sigursmálið, men Jákup Mikkelsen bjargaði stútaranum frá Klæmint.

Einki mál kom aftrat, og dysturin endaði við javnleiki 1-1. Samanumtikið var javnleikur á góðari leið. Skuldi nakar vunnið, so var ÍF nærri, serliga við tí góða avrikinum, teir gjørdu í fyrra hálvleiki í huga.

Næsti dystur hjá NSÍ er útidystur komandi sunnudag móti botnliðinum B71 heima á Sandi.

KOYR Á – SAMAN STANDA VIT STERK

Hagtøl: NSÍ – ÍF 1-1 (0-1)
41 min: o-1. Chris ÍF
53 min: 1-1 Jens Joensen NSÍ

Liðið: Gango, Jens, Petur Pauli, Einar, Jonhard, Razak, Jústinus, Heðin, Mamuka (72 min Árni), Christian Høgni (55 min Debes), Klæmint. Á bonkinum uttan at koma inn, Nanmi, Magnus og Kristian. Venjari Pauli, hjálparvenjari Bogi, liðleiðari Andras og fysioterapeutur Marjun

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.

Share.

Skriv et svar