Sølvi nýggjur formaður hjá NSÍ

0
Væl av fólki vóru møtt og talan var um ein sera siðiligan og jaligan fund, sum var fyrimindarliga væl stýrdur av Lassa Klein.
Aðalfundurin tók einmælt undir við nýggju bygnaðarbroytingunum, sum starvsnevndin og fótbóltsnevndin hava arbeitt við í langa tíð.
Tann nýggji bygnaðurin inniber at nú eru tríggjar nevndir; Starvsnevndin sum er hægsti fyrisitingarligi myndugleikin, Vodafonevndin, sum tekur sær av vaksnamannafótbóltinum og ungdómsnevndin sum tekur sær av ungdómsfótbóltinum í felagnum.
Nevndirnar eru mannaðar soleiðis:

Starvsnevndin: Sølvi Reinert Hansen (formaður), Bjarti á Gerðisbakka, Gudny Nielsen, Tanja Huneck og Àrni Midjord. Varalimir Selinda í Heiðunum og Ragnhild Knudsen

Vodafondeildin: Jonhard Hansen, Hans Petur Ellingsgård. Ein limur skal veljast afturat og aðalfundurin samtykti at umboðini sum eru í Vodafonenevndini og starvsnevndin finna henda nevndarlimin.

Ungdómsnevndin: Egil Olsen (formaður), Kenneth Johannesen, Rósing Johannesen, Tóra Davidsen og Tummas Eivin Hansen. Varalimir Helgi Davidsen og Hertha Olsen

Share.

Skriv et svar