Stórsigur á Sandi: B71-NSÍ 1-6

NSÍ hevur í dag vunnið stórsigur á botnliðnum B71 heima á Sandi. Málskorarir vóru Heðin (2), Klæmint (2), Christian Høgni og Magnus

Fótbóltslíkindini vóru frálík, tá B71 og NSÍ  møttust á nýggja graslíkisvøllinum heima á Sandi í dag. Heilt fitt av fólk høvdu leitað sær til dyst, harav fleiri trúgvir NSÍ-áskoðarar, sum við bussi høvdu leitað sær til Sands í góðveðrinum.

Áðrenn dystin vísti stigatalvan 14 stig til NSÍ og 3 stig til B71. Tískil var talan um ein dyst, har toppur og botnur skuldu møtast.

Byrjunaruppstillingin hjá NSÍ var stórt sæð tann sama sum til dystin móti ÍF mikukvøldið. Gango í málinum, Jens og Petur Pauli í miðverjuni, Einar og Jónhard á bakkunum, Magnus og Jústinus á miðjuni, Heðin og Mamuka á kantunum, Christian Høgni og Klæmint fremstir. Einasta broytingin var, at Razak sat uttanfyri við skaða, og skálvíkingurin í NSÍ, Magnus Olsen, var komin í hansara stað mitt á miðjuni.

Tað var NSÍ, sum byrjaði best. Teir fyrstu 10 min. fyrigekk tað mesta á B71-hálvuni. NSÍ-leikararnir funnu væl hvønn annan og skaptu fleiri málmøguleikar. Serliga Heðin á Lakjuni var eyðsýndur. Hvørja ferð Heðin hevði bóltin, skapti hann antin sjálvur ella í samanspæli við viðleikararnar fleiri vandamiklar støður í B71-brotsteiginum.

B71 fótaði sær spakuliga, og teir næstu 10 min. var spælið meira javnt. B71-ararnir skaptu málmøguleikar, serliga tá bólturin var spældur innum verjuna til málsókna Tijani.

Men tað var NSÍ, sum hevði mesta trýstið á B71-verjuna. Við góðum samanspæli og brúk av vallarbreiddini, har bakkarnir báðir Jonhard og Einar komu væl framvið, skaptu okkara menn fleiri vandamiklar støður. Við einum stórspælandi Heðin á Lakjuni á odda hevði ein kensluna av, at NSÍ fór at skora.

Í 27. min. leggur NSÍ seg á odda 1-0.

Heðin setir ferð á, sneiður framvið fleiri B71-verjuleikarum og komin inn í brotsteigin vinstrumegin, langar hann til bóltin. Símun Rógvi Hansen í B71-málinum bjargar frálíka væl, men heldur ikki bóltinum, sum støkkur útaftur til Heðin, sum hegnisliga setir bóltin í longsta hornið til støðuna 1-0 til NSÍ. Sera gott avrik av Heðin.

Tað, sum eftir var at hálvleikinum, hevði NSÍ fult tamarhald á , tó so at B71 hevur nøkur mótálop, sum skaptu nakrar rímuligar málstøður. NSÍ-spælið var munandi meira skipað og hugflogsríkt enn hjá B71. Uppskriftin hjá B71 var at senda langar bóltar fram til kvika Tijani.

Hálvleiksstøðan var 1-0 til NSÍ.

Verður tikið saman um fyrra hálvleik, so sýndu okkara menn gott spæl. Avleveringarnar vóru neyvar, gott trýst, og spælararnir virkaðu vælupplagdir á góða vøllinum og  sera ágrýtnir.

B71 fekk eina góða byrjan uppá seinna hálvleik, og longu í 53. min. javnaðu teir til 1-1. Ebbe Kristin Thomsen sleppur ótarnaður at koma inn í NSÍ-brotsteigin í høgru síðu, og hegnisliga setir hann bóltin í netið.

Ein skuldi nú trúð, at hetta gav B71 dirvi til at trýsta okkara menn. Men so var ikki. Sandoyingarnir høvdu ikki meira enn fingið armarnar niður aftur eftir fagnaðin um útjavnandi málið, tá NSÍ skorar. Magnus Olsen, fær í 55. min. eina sending frá Christian Høgna úr vinstru síðu, og Magnus setir bóltin ósvitaliga trygt í málið, uttan at B71-málverjin fekk gjørt nakað.

Hetta tók fullkomuliga mótið frá B71-leikarunum, tí tað sum eftir var av dystinum, var mest sum einvegis ferðsla á B71-málið, og málini rapaðu inn.

Í 63 min. leggur í NSÍ seg á odda 3-1 við frálíkum skoti av besta leikaranum á vøllinum, Heðin á Lakjuni. Staddur nakað framman fyri miðjuna fangar Heðin bóltin og setir ferð móti B71-brotsteiginum, sneiðir nakrar leikarar á vegnum, og langar so til bóltin úr 20 metra fjarstøðu. Bólturin fer upp í handara horn og í málið. Enn eitt sera gott einmansavrik av Heðin.

Bert 8 min. seinni leggur í NSÍ seg á odda 4-1. Klæmint fær ein fríleypara, og setur bóltin trygt í málið.

Í 74. min. er aftur mál til í NSÍ. Klæmint spælir seg frían í B71-brotsteiginum nakað til høgru. Hann setir ferð á og leggur so bóltin yvir í vinstru síðu til ein púra frían Christian Høgna, sum setir bóltin trygt í netið til støðuna 5-1.

Bert 7 min. seinni skorar í NSÍ til 6-1. Eftir gjøgnumbrot frá Debes, sum stutt frammanundan var komin inn í staðin fyri Magnus, verður bólturin spældur fyri føturnar á Klæmint, sum sera avgjørdur langar bóltin í málið. Við málinum er Klæmint í løtuni toppskorari í Vodafonedeildini. Sera gott av einum so ungum leikara.

Tað sum eftir var av dystinum, skolaðu álopini móti B71-málinum, og við eitt sindur størri neyvleika kundi Mamuka í tveimum førum skorað, men brendi skammiliga.

Einki mál kom afturat, og okkara menn vunnu ein knúsandi 6-1 sigur.

Samanumtikið um dystin kann sigast, at okkara menn spældu ein frálíkan dyst. Tað, sum ein saknaði í ÍF-dystinum, neyvleika, ágrýtni, hugburð og flótandi fótbóltspæl, var alt rættað upp í dag. Frálíkt dreingir og hjartaliga tillukku!

Við dystinum staðfesti í NSÍ støðuna sum nr. 2 í Vodafonedeildini, bert eitt stig aftanfyri oddaliðið B36.

Tí verður lagt upp  til oddabrak, tá NSÍ og B36 møtast við Løkin komandi sunnudag, tann 22. mai kl. 15.00.

KOYR Á – SAMAN STANDA VIT STERK!

Hagtøl: B71-NSÍ 1-6 (0-1)

27 min.: o-1. Heðin á Lakjuni í NSÍ

53 min.: 1-1 Ebbe Kristin Thomsen B71

55 min.: 1-2. Magnus Olsen í NSÍ

63 min.: 1-3. Heðin á Lakjuni í NSÍ

71 min.:1-4. Klæmint Olsen í NSÍ

74 min.:1-5. Christian Høgni Jacobsen í NSÍ

81 min.:1-6. Klæmint Olsen í NSÍ

Liðið: Gango, Jens, Petur Pauli, Einar, Jonhard, Magnus (77 min Debes), Jústinus, Heðin (84 min Árni) Christian Høgni,  Klæmint (80 min Helgi). Á bonkinum uttan at koma inn, Razak, Jens Martin . Venjari Pauli, hjálparvenjari Bogi, liðleiðari Andras og fysioterapeutur Marjun.

Niðanfyri eru myndir, sum Kjartan Jacobsen tók.
[nggallery id=143]

Líknandi tíðindi