Smádreingir C: 07 Vestur c – NSÍ b 2-1

0

15 dreingir og nøkur foreldur teirra fóru hugagóð vestur til Sørvágs um middagsleitið at dystast við 07 Vestur í Bólki C hjá smádreingjum.

Smádreingirnir leika á einum vølli, ið er frá brotsteigarmarki til brotsteigarmark í fullari breidd, við piltamálum. So hesin vøllurin er nokkso breiður, og málini smá.

Veðrið var av tí besta í Sørvági, og dreingirnir fóru spentir undir uppgávuna. Fleiri ferðir undir dystinum vóru flogfør hjá Atlantsflog omanfyri – ivaleyst hava flogskipararnir roynt at víst ferðandi til Føroya, hvussu góður fótbóltur verður spældur 😉

Vit taptu tepurt 1-0 móti 07 Vestur fyri nøkrum vikum síðani við Løkin, og í dag skuldi hetta mistakið rættast. Seinasta leygardag spældu vit javnt 1-1 móti EB/Streymi við Løkin. Vit høvdu meginpartin av spælinum í báðum hesum dystunum, og so var eisini í dag.

Vit høvdu Hjalmar Tausen í málinum. Bjarti Nielsen og Jón Arni Hjelm vóru miðbakkar. Plássið sum defensivur á miðjuni skiftust Pætur Geyti og Poul Lamhauge um. Kantplássini mannaðu Bjarni V. Hansen, Sonni Højgaard, Jóhan Nielsen, Remi R. Rasmussen og Mórits Davidsen í ymsum uppstillingum. Offensiva plássið á miðjuni skiftust Betuel R. Hansen og Jákup Mortensen um, og frammi vóru Jákup Jacobsen, Jákup Højgaard og Palli Nielsen.

NSÍ hevði yvirtakið beinanvegin, men ólukkutíð megnaði 07 Vestur at skora uppá eitt kontraálop miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Men enn vóru ongar súðir siftar, so NSÍ helt á at trýsta.

Málmøguleikarnir vóru nógvir, tá NSÍ-álopini skolaðu oman móti 07 Vestur-málinum. Útjavnandi málið mátti koma fyrr ella seinni, men tað dróg út, og við nógvum fólki frammi var vandin fyri kontraálopum stórur. Farið var til hálvleiks við 07 Vestur-leiðslu.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist loksins hjá NSÍ at skora. Jákup Mortensen fekk eftir fleiri NSÍ-royndir í sama álopi prikað bóltin í mál. NSÍ skrúvaði nú enn meira frá fyri álopsspælinum fyri at fáa sigurin í hús, og vóru vit fleiri ferðir um reppið at skora. Men sjálvandi hendi tað, sum ikki mátti henda… 07 Vestur fekk eitt kontraálop í yvirtíðini og skoraðu. Okkara dreingir fingu tíð til at geva bóltin upp, men so var liðugt.

Skuffilsið var stórt um, at vit enn einaferð vístu besta spælið og sótu tungt á dystinum, uttan at fáa fulla úrtøku. Men tað gerst ikki við. Spælið var fleiri ferðir gott, og fyri dreingirnar liggur ein lærdómur í hvørjum dysti, ikki minst teimum, ið man tapir.

Smádreingirnir, sum venja tríggjar ferðir um vikuna við Løkin, gleða seg longu til næsta dyst.

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók har vestrii.

Share.

Skriv et svar