Heðin dagsins maður móti B71

0

Síðani 6-1 dystin móti B71 seinasta vikuskifti hava tit havt møguleikan at atkvøða fyri dagsins manni í dystinum.

Sambært frásøgunum var vinstri kantur hjá okkum, tveymálsskjúttin Heðin á Lakjuni, sera eyðsýndur hendan dagin, og hava tit eisini valt hann til dagsins mann við 29 % (75 atkvøðum).

Honum á baki koma Mamuka og hin tveymálsskjúttin Klæmint.

Vit ynskja Heðini tillukku við heiðrinum og teimum øllum góða eydnu í dystinum móti B36 við Løkin í dag kl. 15.

Share.

Skriv et svar