Deyðbóltar kostaðu dýrt: NSÍ-B36 2-3

NSÍ hevur tapt 2-3 móti B36 við Løkin í dag. Mamuka og Jústinus skoraðu okkara mál.

Dystarfrásøgn við Marnar Pattinson.

Lagt var upp til ein spennandi dyst við Løkin í dag tá í B36 kom á vitjan. Líkindini at spæla fótbólt vóru sera góð bara eitt lítið lot í fyrra hálvleiki og í seinna hálvleiki sól og stilli.

NSÍ hevði broytt byrjunaruppstillingina eitt sindur við at flyta Heðin mitt á miðjuna Mamuka á vinstra vong og Debes á høgra vong. Annars líktist liðið sær sjálvum við Gango í málinum, Jónhard, Petur Paula, Jens og Einar í verjuni. Á mivøllinum Debes, Jústinus, Heðin, Mamuka og í álopinum Klæmint og Christian Høgni.

Tað sást týðuliga frá byrjan at bæði liðini vildu vinna dystin við góðum álopsfótbólti og longu í fjórða minutti gerst Klæmint leysur eftir Christian Høgni hevur spælt hann frían, men hann drálar ov leingi soleiðis at Meinhard fær vart fyri til horna tá ið skotið kemur.

Í sjeynda min. hevur B36 ein stóran møguleika tá ið ein bóltur trillar ímillum vinir og fíggjindar í okkara brotsteigi og endar hjá Súna Olsen sum smekkar til men rakar ein av okkara soleiðis at bólturin fer út til horna.

Tá ið 11 min. eru leiktir spæla Mamuka og Heðin væl saman í vinstru síðu, sum endar við einum góðun innleggi frá Heðini til Klæmint, men tíverri verður Meinhard í B36 málinum fyrri á bóltinum. Løtu seinni hevur NSÍ eitt sera gott skjótálop, sum endar við at Debes spælir Heðin frían, men aftur hesaferð bjargar Meinhard í B36 málinum.

Í 23 min. leggja vit okkum á odda eftir eitt sera gott álop, sum byrjar við at Heðin vinnur bóltin á miðjuni, hann spælir til Einar, sum leggur ein góðan bólt fram til Mamuka sum við góðum einmansavriki fær spælt seg í góða støðu og skjýtur bóltin eftir jørð framvið Meinhardi til støðuna 1-0. Hettar var eisini fult uppiborði tí okkara menn sótu á tí mesta hesa løtuna og vóru sera ágangandi.

Men tíverri gekk ikki long tíð so var galið í hinum endanum eftir at Einar ger eitt klossut straffi ímóti Róaldi. Lukasz Cieslewicz verður settur at skjóta og setur hann bóltin trygt í netið til støðuna 1-1.

Men okkara menn hildu áfram við góða og málsókna spælinum og í 34 min. er um reppið at vit leggja okkum á odda aftur eftir eitt gott álop har á Christian Høgni og Debes spæla væl saman, Debes smekkar til, men Meinhard stórbjargar og bólturin fer út til horna.

Farið var til hálvleiks og máltalvan vísti 1-1. Hettar kundi útiliðið vera betri nøgt við, hóast teir vóru væl við í dystinum so vóru tað okkara menn í komu til teir flestu opnu móguleikarnar og skuldu teir helst havt givið meiri enn tað eina málið.

Seinni hálvleikur byrjað heldur øðrvísi enn fyrri við heldur meiri óskipaðum spæli, nógvir steðgir við fríspørkum, sum so at siga øll fullu til mótstøðuliðið.

Í 55 min. fer NSÍ í gott álop sum endar við at Christian Høgni rekur innum B36 verjuna og gerst rættuliga leysur og spælur bóltin innfyri, men linjuverjin metir bóltin hava verið uttanfyri.
66 min. fer Debes út og Árni kemur inn.

Tá ið 66 min. eru leiktir fekk B36 enn einaferð eitt av hesum løgnu fríspørkunum nakað væl uttanfyri brotsteigin. Súni Olsen skjýtur beinleiðis í málið úr eini 30 metrum og hevur Andras Gango ongan møguleika at verja fyri, so var støðan 1-2.

Í 69 min. er aftur galið eftir at Súni leggur ein høgan bólt innfyri. Gango fer skeivur av bóltinum og missir hann i dysti við Heina í Skorðini og aftur hesaferð dømur Ransin brotsspark. Lukasz Cieslewicz setur aftur bóltin trygt í netið til støðuna 1-3.

NSÍ hevði hesa løtuna trupulleikar við at fáa spælið at hanga saman samstundis sum nógvi steðgir vóru í dystinum orsaka av fríspørkum. Hetta hóvaði sjálvandi gestunum væl og høvdu teir góða tíð at liggja runt vøllin og vena seg.

Í 77 min. fer Mamuka út og Magnus inn.

Í 90 min. er Árni nær við at skorða eftir gott álop, men skotið fer tíverri beint framvið málinum.

Í 93 min. eydnast at minka um munin eftir at Meinhard hevði hálvbjargað einum skoti, Jústinus skjótur á returinum setti bóltin í málið til endaligu støðuna 2-3. NSÍ royndi hesa síðstu løtuna at tveita alt fólkið fram. Petur Pauli bleiv tikin út og Helgi L. kom inn, men ov lítil tíð var eftir og vit máttu síggja í eyguni at dysturin var taptur.

Hettar var sjálvandi eitt keðiligt tap, men um vit hyggja eftir fyrra hálvleiki og brúka tað at byggja víðari á til næsta dyst, so sær bara heilt gott út. Enn eru 18 umfør og 54 stig eftir at spæla um so einki er avgjørt enn.

Koyri á NSÍ, saman standa vit sterk!!!

Hagtøl: NSÍ-B36 2-3 (1-1)
23 min.: 1-0. Mamuka Toronjadze brots.
27 min.: 1-1 Lukasz Cieslewicz brots.
66 min.: 1-2 Súni Olsen
69 min.: 1-3 Lukasz Cieslewicz brots.
93 min.: 2-3 Jústinus R. Hansen

Liðið: Gango, Jens, Petur Pauli (90 min. Helgi), Einar, Jonhard, Debes (66 min. Árni), Jústinus, Heðin, Christian Høgni, Klæmint Mamuka(77 min. Magnus). Á bonkinum uttan at koma inn: Razak, Jens Martin . Venjari Pauli, hjálparvenjari Bogi, liðleiðari Andras og fysioterapeutur Marjun.

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=145]

Líknandi tíðindi