Vátur javnleikur: B68-NSÍ 1-1

NSÍ hevur í kvøld leikt javnt 1-1 móti B68 á Svangaskarði. Chr. Høgni skjeyt okkara mál.

Onkur vildi sagt, at veðrið hevði skyldina, so tað kunnu vit gott – eina løtu.

Tað var oysregn allan dystin og nakað av vindi lágt. Bóltarnir vóru hálir og ringir at fáa tamarhald á. Tað var vónleyst at spæla bóltin í luftini.

Men, men… NSÍ skuldi havt avgjørt dystin væl og virðiliga í seinna hálvleiki, og málið hjá B68 var milt sagt bíligt.

Nokkso nógv fólk var til dyst á Svangaskarði, hóast veðrið ikki var tað, sum fjeppararnir hjá liðunum báðum høvdu ynskt sær.

NSÍ byrjaði við András, Jónhard, Petur Paula, Jens, Einar, Debes, Jústinus, Heðin, Mamuka, Chr. Høgna og Klæmint.

B68 hevði fitt av undavindi í fyrra hálvleiki, og var nogv av spælinum á NSÍ-hálvuni. Í flestu førunum stóðst eingin serligur vandi, hóast B68 hevði nøkur horna.

Neyðugt var hjá miðverjuni at ansa væl eftir bóltinum, tí hann uppførdi seg ikki sum vanligt, serliga í luftini.

Miðskeðis í fyrra hálvleiki byrjaði spælið hjá NSÍ at hanga betur saman. Avleveringarnar blivu styttri, og Chr. Høgni setti fleiri ferðir ferð á móti B68-verjuni, sum kundi verið um ein háls. Mamuka stríddist væl úti á kantinum. Og Jústinus vísti seg at hava gott tamarhald mitt á miðjuni.

Farið varð til hálvleik við støðuni 0-0, sum nokk eisini var hóskandi.

Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki var meiri ferð á spælinum. NSÍ hevði nú fingið undanvind og legði trýst á beinan vegin, meðan B68 tóktist at passa fult so væl til kontraspælið hesa fyrstu løtuna.

Tá einir tveir minuttir eru spældir, kemur ein bóltur inn í brotsteigin úr vinstru síðu, Debes stríðist við ein B68-ara um bóltin, ið støkkur víðari til Christian Høgna, ið róligt skjýtur hann í mál. 1-0 til NSÍ.

Hóast NSÍ hevði meira spæl, setur ein B68-ari ferð á úti í teirra vinstru síðu, og sleppur óvæntað framvið verjuni hjá okkum, mestsum spaserandi, og spælir so bóltin inn í 5-meturin, har Stig Roar prikar bóltin í mál. Sera óheppið.

Tað sum eftir var av dystinum, trýsti NSÍ høgt á vøllinum. Málmøguleikarnir, ið vóru fáir í fyrra hálvleiki, vóru nú hampiliga nógvir. Klæmint hevði onkran høvdara, Debes okkurt skot og Magnus royndi seg við skoti og frísparki, men inn vildi bólturin ikki. NSÍ hevði somuleiðis fleiri horna.

Magnus kom inn fyri Mamuka í 70. min., Jann Martin fyri Debes í 78. min. og Árni fyri Heðin í 85 min.

Alt í alt var ein 1-1 javnleikur sikkurt hóskandi. NSÍ hevði nógv fleiri málmøguleikar, men tað eru málini, sum telja í fótbólti – soleiðis er tað bara.

Burtursæð frá, at okkara dreingir ikki vunnu, var spælið í lagi – hóast málini manglaðu.

Nú er ein steðgur í vodafonedeildini, men landsdystir eru. Næsti dystur hjá NSÍ er móti EB/Streymi við Løkin leygardagin 11. juni.

Um nakar saknar fótbólt hesar dagarnar, kann man hóskandi fara at hyggja at raska fyrstudeildarliðinum hjá okkum, ið stendur seg væl í ár. Teir spæla næsta dyst móti Skála nú sunnudagin 29. mai kl. 17 við Løkin.

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók. Umstøðurnar at taka myndir vóru ringar, og er góðskan tí verri enn vanligt.
[nggallery id=147]

Líknandi tíðindi