Smápiltar á Argjum
Smápiltarnir hjá NSÍ vóru á Argjum í gjár og spældu fleiri dystir. Adrian Dalsá var við og tók nakrar myndir.
[nggallery id=149]
Niðanfyri eru fleiri myndir frá fótbóltsskúlanum hjá NSÍ, sum Adrian Dalsá hevur tikið. Fyrru myndirnar eru frá fyrra degnum. [nggallery id=168] Og hesar eru frá seinna degnum. [nggallery id=169]
1. deildarliðið hjá okkum vann 3-1 á FC Hoyvík við Løkin leygardagin. Hálvleiksstøðan var 1-1, men so hvørt sum dysturin leið, fekk NSÍ eitt alt greiðari yvirtak. Málini hjá okkum skutu Eddie Mikkelsen, Árni Frederiksberg og Viggo Hansen. Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók. [nggallery id=125]
Leygardagin 27. november skipar Fótbóltsfelagid GIZA fyri innandura fótbóltskapping í Hoyvíkshøllini. Kappingin er deild í hesar aldursbólkur Pinkur (f. 2001-03) Gentur (f. 1999-00) Smágentur (f. 1997-98) Opin bólkur gentur / kvinnur (f. 1996 og ádrenn) Pinkulingar (f. 2003-04) Smápiltar (f. 2001-02) Piltar (f. 1999-00) Smádreingir (f. 1997-98) Dreingir (f. 1995-96) Unglingar (f. 1992-93-94) Opin bólkur…
Høvuðsvenjari, Allan Dybczak, fer undir sítt næsta ár, sum høvuðsvenjari hjá NSÍ. Annað kann ikki sigast, enn at fyrsta átið gekk væl, við gulli í steypakappingini og silvur í landskappingini. Martin Jarnskor kemur at vera hjálparvenjari hetta kappingarári. Martin Jarnskor er farin undir venjaraútbúgving, og hevur eisini drúgvar royndir innan fótbóltin. Sama kann sigast um…
Sitandi starvsnevnd setti sær sum evsta mál at menna bygnaðin í felagnum – tað varð enntá lagt fram á sjálvum eyka aðalfundinum farna heyst, tá nevndin varð vald. Sum liður í hesi menning er Jákup Mortensen í dag settur sum stjóri í NSÍ. Jákup er 26 ára gamal og hevur júst lokið prógv sum lærari…
U14 liði hjá NSÌ megnaði týskvøldið at leika seg í steypafinaluna. Dysturin var ímóti EB-Streymi, og vunnu okkara røsku dreingir dystin 7-1. NSÍa-EB/Sa 7-1 (1-1) 0-1 (eb/s) 1-1 Súni Hansen.… 2-1 Súni Hansen. 3-1 Beinir Nolsøe. (Skallaði bóltin í kassan, hornaspark.) 4-1 Súni Hansen. (Hattrick til Súna.) 5-1 Beinir Nolsøe. (Assist frá, Jørgen Nielsen.) 6-1…