Smápiltar á Argjum
Smápiltarnir hjá NSÍ vóru á Argjum í gjár og spældu fleiri dystir. Adrian Dalsá var við og tók nakrar myndir.
[nggallery id=149]
NSÍ og Bill hava í dag gjørt sáttmála, Bill kemur at arbeiða í NSÍ venjaratoyminum, har hann kemur at hava ábyrgd av leikaramenningini. Bill kemur við sínum nógvum royndum, at styrkja um felagið, og fer at leggja orku og arbeiði í menningina av okkara ungu leikaranum. Hansara arbeiði verður í mesta mun yvirgangs fasan ímillum…
Vit kunnu við gleði kunngerða, at NSÍ og Malene Madsen hava gjørt avtalu um, at hon verður fysiskur venjari hjá NSÍ kvinnum komandi kappingarár. Malene er útbúgvin fysioterapeut og starvast til dagligt í Fysiogym. Vit í NSÍ ynskja henni hjartaliga vælkomnari. Saman standa vit sterk.
Kunningarskriv um bygnaðin á vaksnamanna fótbólti hjá NSÍ. Soleiðis sær bygnaðurin út á mannfólka síðuni: Poul Helgi Jacobsen, høvuðsvenjari Jens Martin Knudsen, hjálparvenjari/málmansvenjari Gudmundur Danielsen, fysiskur venjari Bogi Olsen, fysioterapeutur Marjun Thomasen, fysioterapeutur Todi Jónsson, persónligur venjari Andras Olsen, Liðleiðari Rósing Johannesen, Liðleiðari Christian Høgni Jacobsen, venjari 1 deild/U21 Jann Martin Mortensen, venjari 1 deild/U21…
Aðalfundurin verður mánadagin tann 18 feb kl 19.00 í NSÍ hølinum. Aðalfundurin verður hildin eftir hesi stevnuskrá: Val av fundarstjóra. Val av skrivara. Formansfrágreiðing (Starvsnevnd) fyri undanfari ár. Grannskoðaður roknskapur verður framlagur til samtyktar. Formansfrágreiðing (Fótbóltsnevnd) fyri undanfari ár. Møgulig uppskot frá nevndini. Innkomin uppskot. Val av starvsnevndarlimum við tiltakslimum. Val av fótbóltsnevnd við…
Í morgin byrjar seinasta leikumfar hjá 1.deild menn. Klokkan 19:00 taka NSÍ í móti vinnarunum av deildini, Skála. Stigatalvan vísir at talan er um ein dyst í millum tey greiðu toppliðini í deildini. Eftir dystin verður steypa og medaljuhandan. Til dystin koma umboð fyri U15 dreingir, ið fara til Vildbjerg Cup 2024 atselja bóltar til…
U12- genturnar spældu leygardagin seinasta umfarið í Gøtu. Tær spældu tveir dystir, ið báðir endaðu við javnleiki 1-1. Bjørk Nolsøe skoraði bæði málini hjá NSÍ. Eftir dystirnar var greitt, at NSÍ hevði vunnið sín bólk! Elin Sólsker er venjari hjá gentunum. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við kappingini.