Tap í tøttum dysti í 1. deild: NSÍ-Skála 0-1

0

1. deildarliðið hjá okkum royndi seg móti Skála í dag. Undan dystinum var NSÍ nummar 4 við 15 stigum og Skála nummar 6 við 10 stigum. Lagt var tí upp til eina spennandi grannauppgerð.

Liðið hjá okkum hevði eina góða blanding av ungum komandi stjørnum og tilkomnum spælarum. Eldri stjørnur í felagnum sum Eddie Mikkelsen, Sjúrður Jacobsen og Helgi L. Petersen, og útlendski styrkurin við Hugues Nanmi og Razak, sum tó hevur ein skaða í fótinum í løtuni, góðu okkum góð kort á hondini.

NSÍ hevði um nakað meiri av spælinum í fyrra hálvleiki, meðan Skála satsaði meiri uppá kontraálop. Einasta málið í dystinum varð skorað beint fyri hálvleik í 41. min. av Brian Jacobsen. Razak mátti út í hálvleikinum.

Allan 2. hálvleik royndi NSÍ at trýsta fyri at fáa úrtøku úr dystinum, men hóast kjansirnir vóru har, kom einki mál.

NSÍ liggur framvegis á fjórða plássi í deildini, fimm stig aftanfyri TB, sum er á triðja plássinum. Næsti dystur er nú hósdagin, Kristi Himmalferðardag, 2. juni móti oddaliðinum FC Suðuroy við Løkin.

Teir, ið mannaðu liðið hjá NSÍ í dag vóru: Pætur Høj, Monrad Jacobsen, Hugues Nanmi, Sjúrður Jacobsen, Magnus Pauli Sørensen, Andrias á Líknagøtu (71 min. Arni Gregersen), Abdul Razak Ismail (46 min. Rógvi Højgaard), Viggo Hansen, Eddie Mikkelsen (Dusko Jovanovic), Helgi L. Petersen og Árni Frederiksberg. Óli Hansen var á beinkinum uttan at koma inn.

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.

Share.

Skriv et svar