Væleydnaður Grassroots dagur 2011

Eins og seinasta ár hevur UEFA heitt á limalond og limafeløg at skipa fyri serligum Grassroots degi kring alt Evropa. Serligi dagurin varð hildin 25. mai 2011.

Ungdómsnevndin hjá NSÍ hevði valt, at málbólkarnir fyri degnum í ár skuldu vera børn, ung og vaksin við menningartarni og búfólk á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi.

Í hesum sambandi varð skipað fyri tiltøkum á vøllinum við Løkin og á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi. Luttakandi stovnar vóru: Eysturoyar Ellis- og Røktarheim, Verkhúsið Stíggjur, Rásin, Setrið og Reiðrið. Íalt 86 fólk luttóku í Grassroots tiltakinum. Fyriskipari vegna NSÍ var Tóra Davidsen.

Fyrsta tiltakið byrjaði kl 10.00 á Eysturoyar Ellis og røktarheimi. Vit høvdu bóltar og vestar við og myndatakaran Hjalmar Jóhan Juul. Tey eldru vóru samlaði saman í forhøllini saman við starvsfólkum.

Fyrst var byrja at hita upp. Bóltar vóru kastaðir millum øll og síðan varð byrja at sparka. Av tí at øll ikki vóru før fyri at ganga og standa sjálvi, sótu tey eldru yvirav hvørjum øðrum og bóltarnir síðan sparkaðir runt millum øll. Einir 10 bóltar vóru á gólvinum og øll konsentreraðu seg at sparka til teir.

Hugtakandi var at síggja hvussu íðin tey vóru tá bólturin nærkaðust teimum. Mál var málað uppá veggin, sum tey eldru skuldu sparka í. Brotsparkskapping var eisini á skránni og skjúttarnir vóru góðir.

Øll stuttleikaðu sær óført, hesar tveir tímarnir tiltakið vardi. Tá vóru tey flestu móð, men onkur var sum fegin vildi sparka meira. Men av tí at máltið var á skránni endaði tiltakið og vit takkaðu fyri. Tey eldru ynsktu at vit vitjaði tey aftur næsta ár.

Klokkan 13 var tiltakið fyri teimum menningartarnaðu á leikvøllinum við Løkin. Fyrst komu brúkarnir á verkhúsinum Stíggjir og Rásini. Gjørd vóru tvey lið, har annað liðið var í gulum vestum (NSÌ) og hitt liðið í reyðum vestum(B68). Brúkarnir avgjørdu sjálvir hvørjum liði tey vildu spæla á.

Spælt varð í næstan 90 min uttan avbrot. Nakrir av leikarunum sýndu góðan tekniskan førleika meðan aðrir vístu framúr stríðsviljan. Táið nakrir av leikarnum vóru móðir hvíldu teir seg eina løtu og so aftur í leik.

Tá hálvur tími var spældur, komu teir brúkarnir frá Setrinum sum kundu leika, uppí part. Serliga málmaðurin (tann nýggji Jákup Mikkelsen) og ein av útileikaranum í eyðkendari Chelsea búna, sýndu frálíkt fótbóltskynstur. Dysturin var ógvuliga javnur og endaði við støðuni 22-22.

Tey børnini frá Setrinum, sum ikki spældu dyst, sparkaðu uppá mál ella runnu við egnum bólti og sparkaðu saman við stuðlunum.

Tá klokkan var 14.00, komu børn frá Reiðrinum. Hetta eru børn sum eru rørslutarnaði og sita í rullistóli. Við góðari hjálp frá stuðlunum, kastaðu børnini bóltarnar og sparkaðu uppá eitt lítið mál.

Sera hugtakandi og rørandi, var at síggja smílini, sum komu fram hvørja ferð tey kastaðu og sparkaðu bóltin og serliga tá bólturin rullaði í málið.

Klokkan 15.00 var tiltakið liðugt. Allir stovnarnir fingu bólt frá NSÌ, sum minni um hendan dagin.

Samanumtikið má sigast, at hetta var ein sera væleydnaður dagur í góðum veðri og har høvuðsyvirskriftin “Fótbóltur fyri øll” rakk sínum endamáli.

Niðanfyri eru myndir, sum Hjalmar Jóhan Juul og Hertha Olsen tóku.
[nggallery id=151]

Líknandi tíðindi