Fjepparakapping leygardagin á Eystanstevnu

Sum eina upphiting áðrenn Vodafone dystin millum NSÌ og EB/Streym leygardagin á Eystanstevnu, skipar ungdómsnevndin hjá NSÌ fyri eini fjepparakapping.  Kappingin verður ein tíma áðrenn dystin t.m. kl 16.30.

Fjepparakappingin er skipað á tann hátt at ein dómsnevnd tekur avgerð um at lata tríggjar virðislønir fyri hesar fjepparabólkar:

1. Tann gulasti fjepparin

2. Dagsins fjeppari

3. Orginalasti fjepparin

Dómsnevndin er mannað við Magnus Rasmussen borgarstjóra og løgtingsmonnunum Torbjørn Jacobsen, Kára P. Højgaard og Rodmund Nielsen.

Virðislønirnar, er lukkupakki og steyp til ognar fyri hvønn einstakan bólk.

Møguleiki er at fáa andlitsmáling í tjaldinum sum stendur á parkeringsplássinum  frammanfyri vøllin. Andlitsmálingin byrjar kl 16.00.

Øll, bæði yngri og eldri, eru hjartaliga vælkomin at vera við í fjepparakappingini og tiltakið er ókeypis.

Líknandi tíðindi