Vælkomin á Eystanstevnuna 2011

Eystanstevnan 2011

Fyrireikingarnir til Eystanstevnuna hava nú verið í gongd í langa tíð. Tey ymisku ítróttarfeløgini í kommununi hava sitið saman og evnað eina skrá til stevnuna.

Skráin í ár er fjølbroytt og áhugaverd, og sigast má at her er okkurt fyri øll, bæði til gamans og álvara. Feløgini sum standa aftanfyri stevnuna, gera eitt megnar arbeiði, soleiðis at karmarnir bæði um tey ítróttarligu og mentunarligu tiltøkini eru so góð sum møguligt.

Mentunarliga ískoytið til stevnuna eru fjølbroytt og er hetta at fegnast um. Tað er sera gott at Løkshøll, hevur fingið so góða móttøku millum fólk. Fyri stuttum var eitt sera væleydnað tiltak hildið í Løkshøll. Talan var um eina spurnar-kapping “ Av Skipanesi til Æðuvíkar. NSÌ stóð sum fyriskipari og tiltakið savnaði nógv fólk á staðnum. Vit  fingu nakrar sera stuttliga løtur saman við væluppløgdu vertunum Mr. NSÌ, Jonhard Hansen og makkaranum John Andersen. Vónandi kunnu vit fáa fleiri tiltak av hesum slagnum framyvir.

Fyri NSÌ, fyllir fótbólturin á Eystanstevnuni, sjálvsagt mest.

Nógvur fótbóltur er fyri tey yngstu á Eystanstevnuni. Lagt verður fyri fríggjadagin seinnapartin, tá skipað verður fyri kappingum fyri børnum undir skúlaaldri. Umframt børn úr  NSÌ verða eisini børn undir skúlaaldur av Toftum og Skála við.

Fyri børnunum undir skúlaaldri, er hetta ein dagur, sum tey síggja fram til. Tey luttaka ikki enn í nøkrum skipaðum ítrótti og tí er hesin dagurin nakað serligur fyri tey. Tað er sera stuttligt at eygleiða hvussu børnini hugna sær á vøllinum. Nógv verður lagt fyri og stríðst verður fyri hvørjum bólti. Foreldrini, systkin, ommur og abbar royna at heppa síni lið og leikararar  til at gera sítt besta, so stemmingurin er í topp.

Kanska, eru tey eitt sindur vónbrotin, um tey fáa eitt mál ímóti sær. Men tað gongur skjótt yvir og tá ið dystirnir eru lidnir fáa øll eina gullmedalju og  okkurt gott afturvið.

Ì hesum sambandi eru vit sera takksom fyri at O.C.D á hvørjum ári stuðlar okkum við at lata gullmedaljurnar til børnini.

Vit hava í NSÌ, havt fótbólt fyri børnum undir skúlaldur, í fleiri ár. Børnini, gentur og dreingir, eru í aldrinum 4-6 ár og luttakaratalið liggur um 40-50 børn. At fáa børnini at spæla fótbólt á so ungum aldri er týdningarmikið. Hetta tí, at jú fyrr børnini byrja at spæla, tess størri sannlíkindi eru at tey halda fram og kunnu gerast til góðir fótbóltsleikarar.

Tì gera vit í NSÌ, altíð  nakað serligt burturúr fyrsta dagin tey møta. Ì ár fingu tey høvi at heilsa uppá Vodafone-leikararnar hjá okkum. Teir fingu høvi at vísa síni kynstur og børnini fingu høvi at leika við teimum. Hetta at Vodafoneleikararnir vísa seg er umráðandi tí øll børn hava sínar fyrimyndir og kanska droyma tey um einaferð at gerast ein Christian Høgni, Jens, Jonhard, Jústines, Einar ella onkur annar, seinni á fótbóltsleiðini.

Leygardagin  á Eystanstevnuni er aftur nógvur ungdómsfótbóltur á skránni. Tá er tey yngru liðini sum luttaka í kappingini sum FSF skipar fyri, sum sleppa framat. Vit royna mest møguligt at fáa FSF at leggja heimakappingar á Eystanstevnuni. Eisini hesi fáa gullmedaljur og onkur kapping er eisini har spælt verður um steyp.

NSÌ er eitt av teimum stóru feløgunum í Føroyum. Ì ár hava vit 20 ungdómslið sum luttaka í kappingini sum FSF skipar fyri. Hetta eru børn og ung í aldrinum 7-16 ár. Av hesum eru 15 lið dreingir og 5 lið gentur. Ìalt eru umleið 220 børn sum leika við hesum liðunum.

Vit, sum varða av ungdómsfótbóltinum í NSÌ føla eina stóra ábyrgd fyri, at vera við til at fáa tey ungu til góðar fótbóltsleikarar og samfelagsborgarar sum heild. Ein stórur partur av fótbóltsuppalingini er eisini at læra børnini disiplin, góðan uppførsul  heima og úti og sjálvsagt at styrkja tey bæði til likams og sálar.

Til at standa fyri venjingini hjá børnunum, royna vit støðugt, at menna okkara venjarar, við at teir taka venjaraskeiðini sum FSF skipar fyri. Ì summar vænta vit at hava fýra ungdómsvenjarar við B-lisensprógvi og tað eru vit sera errin av.  Vit eru sera fegin um at hava venjarar sum leggja stóra arbeiðsorku stóran part av árinum ókeypis.

Stóra takk fyri tað.

At hava eitt so stórt ungdómsarbeiði um hendi, letur seg ikki gera, uttan at foreldrini bakka upp. Her eru vit sera takksom fyri tað stóra arbeiði sum foreldrini gera, við koyring, mat til heimakappingar o.sfr.

Tað sum flestu óivað gleða seg mest til er Vodafonedysturin á Eystanstevnuni. Ì ár er hesin dysturin leygardagin millum NSÌ og EB/Streym við Løkin. Hesi bæði liðini hava í fleiri ár myndað toppin í bestu føroysku deildini.

Eisini hetta kappingarárið eru liðini frammi í oddinum. Liðini hava møtt hvørjum øðrum tvær ferðir  í ár. Fyrru ferðina møttust tey í landskappingini við Margáir og dysturin endaði við javnleiki. Seinnu ferðina møttust tey við Løkin í steypakappingini, har EB/Streymur vann ein greiðan sigur.

Hesa triðju ferðina er aftur talan um landskappingardyst. Uttan óivað verður hetta ein dystur sum bæði liðini vilja vinna, fyri at megnað at fylgja B36 í toppinum. NSÌ og EB/Streymur líkjast í spælistíli og eru bæði liðini eru áhugaði í álopsfótbólti. Teir flestu dystirnir millum liðini hava verið góðir, áskoðaravinarligir og spennandi og tað kann man eisini vænta hesuferð á Eystanstevnuni.

EB/Streyma áskoðarnir eru kendir fyri at stuðla liðnum væl og saman við NSÌ viðhaldsfólkinum, kann væntast tí nógv fólk til dystin.

Við hesum fáum orðum, fari eg vegna NSÌ at ynskja øllum eina góða Eystanstevnu í góðum veðri.

Vinarliga

Egil Olsen

Formaður

Ungdómsnevndin NSÌ

Líknandi tíðindi