Javnleikur á Eystanstevnu: NSÍ-EB/Streymur 2-2

NSÍ hevur í kvøld leikt 2-2 javnleik móti EB/Streymi á Eystanstevnu. Øll málini komu í øðrum hálvleiki. Klæmint skoraði bæði hjá okkum.

Tað vóru sera nógv fólk møtt til dyst við Løkin í dag. Eystanstevna var við tí serliga dámi, sum tað setir á dystin, og veðrið var av tí besta – brennandi sól og bert eitt lítið lot av og á.

Onkrar broytingar vóru í hópinum hjá NSÍ, eftirsum Jens og Heðin vóru smáskaddir. Men Razak var komin afturíaftur.

Uppstillingin var tí: András, Jonhard, Petur Pauli, Helgi, Einar, Jann Martin, Jústinus, Razak, Mamuka, Christian Høgni og Klæmint.

NSÍ legði bragdliga fyri. Mamuka hevði eit innlegg úr vinstru síðu beinanvegin í fyrsta minutti. Fyrstu løtuna koyrdi nógv av spælinum hjá NSÍ í vinstru síðu. Einar tyktist grammur, meðan Mamuka var lívligur á kantinum.

EB/Streymur lá djúpt og lúrdi eftir kontramøguleikum. Ein slíkur var í 5 minutti, men Gango bjargaði trygt. Í 8. minutti fær EB/Streymur eitt fríspark beint uttanfyri brotsteigin, men Hans Pauli skjeyt við síðuna av.

Nógva trýstið hjá NSÍ gav okkum fleiri hornaspørk, m.a. í 12., 16., 28., 30., 33. og 44. minutti. Hesi sóust tó ikki aftur á máltalvuni, hóast tað fleiri ferðir var um reppið.

Jann Martin var raskur at seta ferð á frá miðjuni, og Christian Høgni spældi seg so við og við heitan. Razak var eisini eyðsýndur við fleiri góðum taklingum og sínum vanligu neyvu avleveringum.

NSÍ-ararnir vóru grammir og høvdu fleiri dupultkjansir. Jann Martin skjeyt í ein EB/Streymara, og síðan Klæmint beint við síðuna av í 15. minutti.

Jonhard broderaði seg væl frameftir og tvørtur um vøllin í 16. minutti, men skotið hjá Einar fór framvið málinum.

Klæmint var hægst í luftini, eftir eitt langt innlegg frá Einari í 23. minutti, men bólturin fór við síðuna av.

Í 28. minutti spælir Einar Jústinus leysan í vinstru síðu. Jústinus spælir flatt inn til Mamuka, men bólturin verður bjargaður til horna.

NSÍ sat tungt á spælinum, og í 30. minutti endar eitt veruligt powerplay frammanfyri EB/Streyma-málinum við, at Einar fær skot á úr vinstru síðu. Og í 33. minutti bjargar EB/Streymur einum høvdara frá Petur Paula á strikuni, eftir at Jann Martin royndi seg við skoti eftir horna. Helgi fekk síðstu royndina í hesum álopinum við skoti útifrá.

Jonhard hevði eitt skot útifrá úr høgru síðu í 40. minutti. Og í 44. minutti bjargar EB/Streymur aftur á strikuni, eftir at eitt horna frá Einari úr høgru síðu, verður sneitt móti málinum.

EB/Streymur vardi djúpt á vøllinum, men tóktist hesa løtuna nøkt við at lúra eftir onkrum kontramøguleika. Og teir komu eisini m.a. í 18., 24. og 35. minutti. Tó vóru Petur Pauli og Helgi stabilir í miðverjuni.

Tá liðini fóru til hálvleiks, sat man við einari kenslu av, at NSÍ hevði havt meira av spælinum og teir størru málmøguleikarnar, men móti einum liði sum EB/Streymi er tað neyðugt at umseta kjansirnar til mál, tá kjansirnir koma.

Í byrjanini av seinna hálvleiki tyktist EB/Streyma-verjan at hava trupulleikar við sólini, sum stóð høgt á himli. Fleiri ferðir eyðnaðist tað NSÍ at spæla bóltin uppum verjuna. Í 47. minutti lyfti Jónhard bóltin uppum verjuna til Klæmint, sum vann eitt horna í høgru síðu. Einar tók hornasparkið, ið varð boksað útum. Jann Martin spældi aftur til Einar, men Christian Høgni skjeyt uppum eftir innleggið.

Í 52. minutti setti Klæmint hol á. Talan var júst um ein bólt, ið varð lyftur upp um verjuna. Klæmint fangaði hann, rundaði málmannin og skoraði trygt til 1-0.

EB/streymur noyddist nú longur fram á vøllin. Teir fingu fleiri fríspark. Í 55. minutti høvda teir við síðuna av eftir fríspark. Og í 56. minutti boksaði Gango eitt fríspark úr høgru síðu burtur.

Nakað av rokið stóðst, tá Jann Martin var trýstur niður eftir eina heldur harðliga takling í 57. minutti.

Í 61. minutti fekk EB/Streymur brotsspark, men András bjargaði skotinum frá Arnbjørn. Og ANdrás bjargaði einum høvdara frá Sorin í 65. minutti.

Spælið var nú nokkso opið. EB/Streymur kom longur fram á vøllin, meðan NSÍ royndi at avgera dystin. Klæmint bleiv aftur leysur við Rene í 66. minutti, men málmaðurin fekk bóltin. Og Mamuka fekk eina fríspæling frá Klæminti í 67. minutti, men skjeyt langt uppum. Í sama minutti kom Debes inn fyri Jann Martin.

Í 70. minutti javnaði Hans Pauli Samuelsen, mestsum burturúr ongum. Hann kom at standa leysur í teirra høgru síðu og skjeyt flatt til handaru stong. Bólturin stakk uppum András. 1-1.

Hvørki av liðunum vóru nøgd við javnleik, og tí bylgdist spælið aftur og fram seinastu løtuna. Debes hevði eitt innlegg, ið varð beint út til horna í 72. minutti.

Alex dos Santos var komin á vøllin, og í 74. minutti gjørdi hann bart. Hann stríddi seg ígjøgnum i teirra vinstru síðu eftir gott og skjótt samanspæl. Komin nakað inn í brotsteigin langaði hann bóltin hart inn við handaru stong. 1-2.

Kenslan var undarlig – at NSÍ skuldi vera aftanfyri, eftir at hava sitið á spælinum í stórum pørtum av dystinum. Og um nakað hevði NSÍ verið nærri við at økt um leiðsluna.

Magnus kom á vøllin fyri Razak í 78. minutti. Mamuka varð feldur í 79. minutti, men Rene tók skotið hjá Einari úr 30 metrum.

Í 83. minutti var Klæmint aftur uppá spæl. NSÍ spældi seg skjótt ígjøgnum EB/Streyma-verjuna. Við í spælinum vóru m.a. Christian Høgni og Debes. Tað var tó Klæmint, sum langaði bóltin í málið til 2-2.

Í stríðinum at avgera dystin bleiv spælið meiri rótut. Liðini royndu at skunda sær, men bólturin avleveringarnar blivu óneyvar.

Árni kom inn fyri Mamuka í 87. minutti.

Í yvirtíðini hevði Magnus eitt gott innlegg til Christain Høgna, ið bleiv feldur í brotsteiginum hjá EBS/Streymi, men floytan hjá dómaranum tagdi.

Dysturin endaði sostatt við einum 2-2 javnleiki. Undan dystinum hevði tað ivaleyst verið eitt góðkent úrslit, og tað var tað somuleiðis havandi í huga, at NSÍ javnaði móti dystarenda. Men eftir spælinum átti NSÍ at vunnið dystin í dag, og tað er ikki hvørja ferð, at man situr við eini kenslu av, at man átti at vunni móti EB/Streymi. Av tí at hini liðini í oddinum eisini fingu javnleikir, er lítið broytt eftir hetta umfarið av landskappingini.

At enda varð skipað fyri brotssparkskapping fyri at avgera, hvør skuldi fara avstað við Eystanstevnusteypinum.

Hjá okkum skoraðu Debes og Árni, meðan Einar, Magnus og Klæmint brendu. Hjá teimum skoraðu Egil, Bárður og Hans Pauli, meðan Santos og Arnbjørn brendu – Gango tók sostatt sítt næsta brotsspark frá Arnbjørn í dag. EB/Streymur fór tí avstað við steypinum.

Næsti dystur hjá okkara dreingjum er móti 07 Vestur í Sørvági sunnudagin 19. juni, og síðani hava vit B71 heima við Løkin sunnudagin 26. juni.

NSÍ-EB/Streymur 2-2
52. 1-0 Klæmint A. Olsen
70. 1-1 Hans Pauli Samuelsen
74. 1-2 Alex José dos Santos
83. 2-2 Klæmint A. Olsen

Gul kort:
58. Christian Høgni Jacobsen (NSÍ)
58. Pauli G. Hansen (EB/Streymur)
72. Justinus R. Hansen (NSÍ)
72. Abdul Razak Ismail (NSÍ)
73. Jann Martin Mortensen (NSÍ)
90. Klæmint A. Olsen (NSÍ

NSÍ: András, Jonhard, Petur Pauli, Helgi, Einar, Jann Martin (78. Debes), Jústinus, Razak (79. Magnus), Mamuka (88. Árni), Christian Høgni og Klæmint. Á bonkinum uttan at koma inn: Jens Martin.

EB/Streymur: Rene, Gert, Egil, Arnar, Bárður, Hans Pauli, Marni, Pauli (59. Pætur), Arnbjørn, Leif (69. Alex), Sorin. Á bonkinum uttan at koma inn: Jákup Andrias, Poul, Brian.

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=160]

Líknandi tíðindi