Tryggur sigur til 1. deild

1. deild hjá NSÍ vann 3-1 á HB við Løkin í dag. Tað var annars HB, sum legði seg á odda í 8. minutti við máli, sum Páll Holm Jacobsen skjeyt.. Men í 18. minutti javnaði føðingardagsbarnið Árni Frederiksberg við brotssparki. Eddie Mikkelsen legði NSÍ á odda í 53. minutti, og Andrias á Líknagøtu slerdi sigurin fastan við beinleiðis frísparki úr eini 35 metrum í 81. minutti.

Í samband við Eystanstevnuna var dysturin samstundis steypadystur, og handaði Kári E. Jacobsen, formaður í Mentanarnevndini hjá Runavíkar Kommunu, vinnandi liðinum steyp, sum fólkini, sum búgva í Rituvík, høvdu latið.

Teir, ið mannaðu liðið hjá NSÍ í dag, vóru:  Pætur Høj, Óli Hansen, Viggo Hansen, Arni Gregersen  (67′ Dusko Jovanovic), Filip E. Jacobsen  (61′ Bárður Midjord), Árni Frederiksberg, Eddie Mikkelsen  (90′ Rógvi Højgaard), Magnus Pauli Sørensen, Andrias á Líknagøtu, Sjúrður Jacobsen (L) og Monrad Holm Jacobsen. Mathias Davidsen er venjari hjá liðinum.

NSÍ liggur á fjórða plássi í 1. deild við 21 stigum fyri 21 dystir. Næsti dystur er komandi leygardag tann 18. juni, tá vit taka móti TB við Løkin.

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Sølvi R. Hansen tók í øðrum hálvleiki.
[nggallery id=162]

Líknandi tíðindi