Tríggjir NSÍ leikarar á U-15 landsliðið

30. juli til 5. august skal føroyska U15 landsliðið taka lut í Brøndby Cup. Venjararnir, Eli Henze og Mathias Davidsen, hava havt fleiri úttøkuvenjingar og nú er endaliga úttøkan gjørd.

Ì 18 mans hópinum eru 3 leikarir úr NSÌ. Teir eru Karstin Hansen, Betuel Hansen og Meinhard Olsen. Allir tríggjir leikararnir spæla á dreingjaliðnum hjá NSÌ, sjálvt um teir hava smádreingjaaldur.

Karstin er evnaríkur málmaður og fær nú fyri fyrstu ferð høvi at vísa sítt málmanskynstur á U-15 landsliðnum

Betuel og  Meinhard vóru eisini á U-15 landsliðnum í fjør.

Betuel er úttikin sum miðvallarspælari. À dreingjaliðnum hjá NSÌ spælir Betuel framrættaður miðvallari.

Meinhard er eisini úttikin sum miðvallarspælari. À dreingjaliðnum spælir Meinhard sum kantur og álopsspælari.

Vit fara at ynskja Karstin, Betuel og Meinhard góða eydnu á Brøndby Cup.

Líknandi tíðindi