Eysturoyarkapping NSÍ-Víkingur

Í vikuskiftinum skipar ÍF á fyrsta sinni fyri Eysturoyarkappingini. Kappingin er ætlað sum ein venjing, áðrenn Vodafone-kappingin byrjar seinni í mánaðinum. Luttakandi liðini eru NSÍ, Víkingur, B68 og ÍF.

Í morgun kl. 11.00 spældu NSÍ og Víkingur. Tá vanliga leiktíðin var liðug, var støðan 1-1. Finnur Justinussen legði Víking á odda í fyrra hálvleiki, og Heðin á Lakjuni javnaði fyri NSÍ í seinna. Hóast menn vórðu grammir og løgdu nógv fyri, varð spælið merkt av, at lítið er vant úti vegna nógva kavan í vetur. Avleveringarnar vóru í nógvum førum óneyvar, og spælið hekk sjálvdan saman. Men góð dystarvenjing var hetta uttan iva.

Farið varð beint til brotssparkskapping. Hóast Andras fekk hondina á mestsum hvønn bólt, sum Víkingar skutu, endaðið tað við, at Víkingar vunnu brotssparkskappingina. NSÍ spælir um triðja plássið í Eysturoyarkappingini móti B68 í morgin. Dysturin byrjar kl. 14 í Fuglafirði.

[nggallery id=1]

Líknandi tíðindi