Dreymalutakast – NSÍ trekti Fulham í Europa League!

By | juni 20, 2011 at 12:20 pm | 8 comments | Effo-liðið

Fyri løtu síðani var lutakast um fyrsta undanumfar av Europa League. Í morgun vóru liðini bólkaði, soleiðis at NSÍ bert kundi møta einum av hesum í lutakastinum: Fulham (Ongl.), Saint Patricks (Írl.), Aalesund (Nor.), Häcken (Svø.) ella Renova (Mak.).

Dreymaliðið var Fulham, og helst vildi man sleppa undan einum túri til Makedonia. Øll hini liðini vóru fín.

Við endaliga lutakastinum gjørdist tað greitt, at vit júst møta Fulham FC úr London, sum spælir í ensku Premier League. Fulham tapti finaluna í Europa League í fjør.

Teir báðir dystirnir verða spældir hósdagarnar 30. juni og 7. juli. Nú er at seta sær hesar dagarnar í kalendaran.

Árni Midjord og Sjúrður Jacobsen umboða NSÍ á UEFA-høvuðsborgini í Nyon. Vit frætta nærri í næstum, nær vit spæla heima, og nær vit spæla á Craven Cottage…

8 viðmerkingar

  1. FulhamFan (1 ár síðani)

    Greeting From london England. Cant wait to come see your country how much is a beer over there

  2. Sigurjón Einarsson (1 ár síðani)

    Halló tit í nevndini. Kann man keypa NSÍ-leikbúnan á netinum? Tað spyrja Fulham viðhaldsfólk á ymiskum forums á netinum…

    Kunnu tær bíleggjast via Thomas Dam Ítróttur?

  3. Ronni Rasmussen (1 ár síðani)

    verður skipa fyri túri til London? ella verður eit leiga flogfar til spælarar? og er møgulieki fyri at koma við ?

  4. THAMES VALLEY TRAVELLER (1 ár síðani)

    we are FULHAM, WE ARE FULHAM, FFC, WE ARE FULHAM, SUPER FULHAM, WE ARE FULHAM F*CK CHELSEA

  5. Petr (1 ár síðani)

    Hi, we are coming next week on Faroes, where can we buy tickets for this game? Or you do not expect it to be sold out? Thanks a lot!

    • Egil (1 ár síðani)

      You can buy tickets to the game at FAST, they have several petrol stations around theb country however we have not put the tickets on sale online, nevertheless we are unsure as to how Fullham FC is managing the sale of the tickets they have been dealt. Even so we do not expect the game to be sold out.
      Have a pleasant trip and we look forward to welcoming you to the isles.

  6. Jamie (1 ár síðani)

    I was at the match in London last night. Runavik played with great heart, and your fans were a credit to you. I hope those that came over for the match enjoyed themselves, despite what must have been a disappointing result for you. Several excellent saves from your goalkeeper though – well done!

Viðmerkingar